Hava dugað illa at lagt til síðis

Tá ið Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, helt røðu á Fjarðastevnu farna vikuskiftið, nart hann eisini búskaparligu støðuna í Føroyum og í vesturheiminum annars.

- Tíverri hava almennu Føroyar dugað illa at lagt til síðis í uppgangstíðum. Eisini av teirri orsøk verður minni at reka okkara samfelag fyri í komandi árum, segði Bárður Nielsen.

Hann vísti á, at tung tøk skulu takast í Føroyum komandi tíðina.

- Siktið má vera at varðveita vælferðarsamfelagið á leið so, sum vit kenna tað í dag. Vit skulu hava góðar skúlar til børnini og tey ungu. Munadygg sjúkrahús til tey heilsuveiku. Øll skulu vita seg at hava sosialan tryggleika. Her skal vera gott og trygt at búgva. Fyri at røkka hesum máli, krevst nógv av okkum.

- Samfelagið má innrættast øðrvísi enn í dag, og tað verður eitt tungt tak - óansæð hvør, ið skal taka tað, segði Bárður Nielsen.