Hava endurreist býlingin »Heimi í Húsi« í Koltri

Fríggjadagin 22. juni koma umboð fyri A. P. Møller til Føroya í samband við hátíðarhald í Koltri. Tað var A. P. Møller grunnurin, sum gav Koltursgrunninum góðar 5 milliónir krónur til endurbygging av forna býlinginum Heimi í Húsi í Koltri.

Verkætlanin byrjaði í 2009 og verður liðug 21. juni eftir avtalu við arbeiðstakaran H. V. Lützen P/F entreprenør, sum vann kappingina um verkætlanina og hevur staðið fyri endurbyggingini. Tað er Koltursgrunnurin, sum hevur til endamál at endurbyggja fornminnini í Koltri, sum lat verkætlanina gera og søkti fígging úr ymiskum grunnum. Eftir at umboð fyri A. P. Møller høvdu verið í Koltri og vitjað, játtaði grunnurin 100% fígging til verkætlanina, sum nú stendur liðug um fáar dagar. Elsta búsetingin í Koltri er Heimi í Húsi, og A. P. Møllerverkætlanin fevnur um fimm bygningar, sum ávikavist eru innrættaðir og endurreistir.

Tað eru serliga fornu bóndahúsini Niðri í Húsi og Uppi í Búð, sum hava verið stóru avbjóðingarnar í hesi verkætlanini. Men eftir at hoyggjhúsið, Kolluneystið og Staphúsið eisini eru endurreist, fær býlingurin aftur sítt einastandandi heildarskap.

Eftir sjógøtuni fram við Lónni og Svartaneysti verður tann vitjandi so við og við drigin aftur í forna bóndasamfelagið við øllum tí, sum hartil hoyrur. Einki er eftirgjørt, alt er upprunaligt. Her kann tann vitjandi uppliva forna bóndasamfelagið frá fjøru til fjals. Eitt útisavn sum ikki eigur sín líka.

Í samband við endurbyggingarnar hevur Føroya Fornminnissavn gjørt fornfrøðiligar kanningar og útgrevstur. Sum skilst varð okkurt áhugavert fund gjørt, men einki ítøkiligt úrslit fyriliggur enn av kanningunum.

Hósdagin komandi 21. juni verður formella handanin av verkætlanini. Fríggjadagin 22. juni verður hátíðarhald fyri innbodnum, og leygardagin fær almenningurin høvi at vitja í Koltri. Nærri upplýsingar um skrá og flutningsmøgulleikar kunnu síggjast í skránni eitt nú á heimasíðuni www.koltur.com

Skráin leygardagin byrjar í Kirkjubø, har fríggingarbáturin hjá Niclas í Koltri, sum hann smíðaði í Koltri í 1927, verður flotaður og rógvin út í Koltur. Klokkan 13 verður báturin rógvin inn á Lónna ella Sandin, har Jógvan Arge, formaður í mentunarnevnd Tórshavnar Kommunu heldur røðu. Síðani verður báturin drigin niðan í Svartaneyst, har hann skal verða sum ein liður í savninum í Koltri.