Hava flutt andstøðingar í loyndum

Í tvey ár hava norðmenn hjálpt politiskum andstøðufólki at flýggja úr Sri Lanka til Noregs. Alt er gjørt í loyndum. Fyri tveimum árum síðani endaði tað blóðuga borgarakríggið í Sri Lanka millum stjórnarherin og tamilarnar, sum bardust fyri at fáa eitt sjálvstøðugt ríki har norðuri í landinum.

Kríggið endaði við, at stjórnarherurin vann. Friður var kortini ikki, tí tað vísti seg, at myndugleikarnir hildu á við at gera seg inn á tamilarnar. Nógvir sita í fongsli uttan nakra rættarviðgerð, og aðrir eru horvnir sum døgg fyri sól.

Norskir politikarar og diplomatar royndu í fleiri ár at fáa semju millum stjórnina og tamilarnar, og nú er komið fram, at norðmenn hava í loyndum hjálpt tamilskum andstøðingum úr Sri Lanka til Noregs, har teir fingu friðskjól.