Ikki langt haðani, har neyðsignalið kom frá norska seglbátinum Berserk, hevur manningin umborð á Steve Irwin nú eisini funnið ár og vatnfløsku. Tað var í gjárkvøldið, at skipið hjá Paul Watson ? Steve Irwin ? fann ein tóman bjargingarbát í Suðuríshavinum, har norski seglbáturin Berserk eftir øllum at døma er burturgingin.
Nú veit norska Dagblaðið at siga, at Paul Watson og hansara fólk eisini hava funnið ár og eina vatnfløsku.
- Vit funnu ár og vatnfløskuna ikki langt, haðani vit funnu bjargingarbátin. Vit halda vónini uppi ? og geva ikki upp at leita enn, sigur umboð fyri Sea Shephard, sum eru á leiðini.
Alt bendir á, at bjargingarbáturin, sum manningin á Steve Irwin fann mannleysan í gjárkvøldið, stavar frá seglbátinum.
Paul Watson sigur við Dagblaðið í morgun, at tey helst bara fara at leita í dag aftrat.
- Hetta er triðju ferð, at vit við skipi og tyrlu leita økið aftur og fram, har tey seinastu signalini hoyrdust frá Berserk. Tað er eingin meining í at leita økið runt fjórðu ferð, tí vit hava leitað á hvørjum fermetri á leiðini, sigur skiparin á Steve Irwin við blaðið.
Tá bjargingarbáturin varð funnin í gjárkvøldið, var eingin í honum, og hann var hálvfullur av sjógvi og ísi.
Tað var illveður á leiðini, tá umheimurin misti sambandið við norska seglbátin.
Manningin við Beserk var Robert Skaanes (34), Tom Gisle Bellika (36) og Leonard J. Banks (32).
Tveir av manningini vóru farnir av bátinum umleið eitt samdøgur, áðrenn Berserk sendi út neyðsignal. Teir báðir hava latið hoyra frá sær og søgdu seg hava tað gott.