Suðuroy
Javnaðarfólk í Suðuroy hava rættiliga góðar vónir til Løgtingsvalið, sum verður í apríl.
Sunnudagin hevði Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag sín fyrsta uppstillingarfund og har helt onkur, at tey skuldu seta nøsina upp eftir at fáa trý umboð á ting. Tey hildu, at bóru tey seg klókt at,
skuldi líkindi verið fyri at fingið trý umboð á ting fyri javnaðarflokkin í Suðuroy. Tað er hent fyrr, seinast í 1990, tá ið Jóannes Eidesgaard og Sverri Midjord av Tvøroyri og Henrik Old úr Vági, vórðu valdir á ting. Tá ið so Jóannes fór í Landsstýrið, kom Mikkjal Sørensen úr Porkeri á ting fyri hann.
Tað ferðina kostaði tað tjóðveldismanninum sessin og fær javnaðarflokkurin aftur trý umboð á ting hesuferð, er tað eisini sannlíkt, tað verður aftur tjóðveldismaðurin, sum fer at liggja eftir á.
Suðuroyar Norðara javnðaðarfelag skal skjóta fýra valevni upp til endaliga valevnislistan og Suðuroyar Syðra javnaðarfelag, sum felagið í Vági nú eitur, skal skjóta hini trý valevnini upp.
Nøkur nøvn vórðu nevnd á uppstillingarfundinum sunnudagin og valla kann tað skaka nakran, at Jóannes Eidesgaard veteranurin, Sverri Midjord, vóru tvey av nøvnunum.
Somuleiðis var Eliesar Poulsen úr Hvalba nevndur, hann stillaði eisini upp seinast, men onnur nøvn vóru eisini, sum ikki hava verið so nógv frammi nú
Seinni verður so ein uppstillingarfundur afturat í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, har uppskotini skulu endaliga viðgerast.
Og at enda verður so ein endaligur uppstillingarfundur saman við Suðuroyar Syðra javnaðarfelag, har sjálvur tann endaligi valevnislistin til Løgtingið verður gjørdur liðugur.