FISKIVINNA
Bjartskygni ráddi í Klaksvík, tá stóra flakavirkið Kósin í Klaksvík læt uppaftur í endanum av november mánaða í fjør, eftir at virksemið tá hevði ligið stilt í fleiri mánaðir.
Fríðin Ziskason var settur virkisleiðari á Kósini, og tað var ein bjartskygdur maður, sum tá tók um stýrisvølin og setti sær fyri at fáa virkið uppaftur at koyra, og raksturin at hanga saman.
Nú 11 mánaðir eru umlidnir, er Fríðin framvegis bjartskygdur.
- Tað er eingin ivi í mínari sál um, at vit fara at fáa hetta at bera til. Hanga vit í, so fer tað eisini at bera til.
Sjálvur vil virkisleiðarin ikki siga nakað ítøkiligt um fíggjarligu gongdina higartil, men heldur, at hon er á eini leið.
Rávørutrot
- Hjá okkum eins og hjá øðrum, sum luttaka í fiskaframleiðslu, er ov lítið av ráfiski. Upsaveiðan svíkur, og lítil fiskur kemur upp á land.
Fríðin Ziskason kundi hugsað sær, at fiskaarbeiði á Kósini var enn meiri støðugt, men soleiðis, sum ráfiskatilgongdin er, detta dagar burtur ímillum, har eingin framleiðsla er.
Á Kósini, sum bæði hevur flakaframleiðslu og saltfiskaframleiðslu, arbeiða millum 60 og 80 fólk.
- Talið av arbeiðsfólki veldst um, hvat vit gera, og hvørji fiskasløg vit hava, sigur hann.
Fríðin Ziskason sigur, at meðan upsin verður skorin til flak, fara eitt nú toskur, longa og brosma til saltingar.
Við í kapping
Seinastu tíðina hava fleiri partrolarar, sum eru heimahoyrandi aðrastaðni, við jøvnum millumbilum landað veiðina í Klaksvík.
- Vit hava keypt fisk hjá eitt nú vestmannatrolarunum, Vestmenningi og Fram og hjá Vesturtúgvu og Grønanesi, sigur virkisleiðari á Kósini.
Sum skilst, hava prísirnir á upsa onkran dagin ligið uppi á 9 krónum fyri kilo, og tað er rættiliga góður upsaprísur.
- Men trupulleikar eru at fáa nóg mikið av fiski til dagsins framleiðslu.
Fríðin Ziskason sigur, at hóast eitt virki í dag vildi givið einar 9 krónur fyri kilo fyri 200 tons av upsa, so er ikki vist, at tú kortini fært fatur á hesum fiskinum.
- Tað er ov lítið av upsa á marknaðinum, leggur virkisleiðarin á Kósini í Klaksvík aftrat.