Hava givið 67 loyvi til at fremmand herskip sigla í føroyskum øki

Umsóknirnar verða altíð játtaðar – men tað eru treytir við

Her fer ein kavbátur ígjøgnum Nólsoyarfjørð

Síðani 2010 hava føroyskir myndugleikar givið 67 loyvi til, at fremmand herskip sigla í føroyskum sjóøki. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Seinastu tíðina eru fremmand herskip at kalla gerandiskostur í føroyskum sjóøki, og nú hevur Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, spurt hann, hvussu er við hernaðarligum virksemi í føroyskum sjóøki.

 

Jenis av Rana sigur, at eftir altjóða Havrættarsáttmálanum, hava fremmand herskip, rætt til »sakleysa gjøgnumsigling« í ytra sjóumveldinum, sum er frá grundlinjunum og 12 fjórðingar út. Hinvegin krevst loyvi fyri at koma í innara sjóumveldi, sum er frá grundlinjunum og inn á land. Hóast sakleys gjøgnumsigling í ytra sjóumveldinum ikki loyvi, verður vanliga biðið um loyvi til skip, bæði tá ið tey koma í ytra og innara sjóumveldi.

 

Tá ið fremmand herskip skulu hava loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, vendir avvarðandi myndugleiki hjá landinum, ið eigur skipið, sær til Arktisk kommando við eini umsókn. Umsóknin verður so send Ríkisumboðið, sum síðani hendir  Uttanríkisráðnum hana til viðmerkingar.

 

Í umsóknini verður upplýst nær og hvar viðkomandi skip ætlar at koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, og hvørji ørindini eru. Talan kann vera at skifta manning, at gera ymsar ábøtur ella at bunkra. Ein røð av tekniskum upplýsingum eru eisini í umsóknini.

 

Tá ið umsóknin er viðgjørd, verður vanliga svarað, at Uttanríkisráðið ikki hevur viðmerkingar til, at loyvið verður latið at koma í føroyskt sjóumveldi, men tað er treytað av, at skipið ikki hevur evnafrøðilig vápn, lívfrøðilig vápn, geislavirkin vápn og kjarnorkuvápn. Tað skal heldur ikki hava lutir til slík vápn umborð, og annars skal tað halda galdandi reglur.

 

Uttanríkisráðið veit ikki um nakað dømi, har loyvi ikki er latið skipum at koma í føroyskt sjóumveldi ella føroyska havn. Ein uppgerð vísir, at frá 2010 til 2021 eru 40 loyvi latin til at fremmand herskip kunnu koma í føroyskt. Higartil í ár er loyvi latið 27 ferðir. Fleiri av skipunum, sum hava verið við í flotavenjingini hjá Nato seinastu dagarnar, hava fingið loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi meira enn einaferð, tí tey hava havt ørindi í føroyskum sjóumveldi í fleiri umførum í sambandi við venjingina.

 

Jenis av Rana staðfestir samstundfis, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir sum stuðulshavnar, ella øðrvísi, enn tær verður brúktar í dag. Annars vísir hann á, at áhugin er veksandi fyri tí økinum, vit eru í og í hesum sambandi er tað umráðandi, at Føroyar eru við í avgerðum, sum viðvíkja okkum, og eisini at Føroyar kunnu gera sín part fyri at tryggja ta verju, ið NATO stendur fyri í Norðuratlantshavi.

 

Her fer ein kavbátur ígjøgnum Nólsoyarfjørð