Vinnuhúsið skrivar, at mikudagin byrjaðu sáttmálasamráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv.
Sáttmálarnir fyri manning við handilsskipum ganga út 1. mars 2025, og samráðingarnar eru nú byrjaðar við Føroya Skipara- og navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, sum hesa ferð samráðast hvør sær.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur avtalað fundir við øll trý manningarfeløgini í viku 7.