Føroya Ungdómsráð, FUR, hevur nú heiðrað tveimum eldsálum, og einari verkætlan, sum gera nakað serligt fyri at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum.
Tey trý eru Brestir Bjarnastein Restorff, Fríðbjørg Joensen Poulsen og til verkætlanina Time Out hjá Sinnisbata, sigur FUR í einum tíðindaskrivi.
Hóast Brestir Bjarnastein Restorff ikki er meiri enn 20 ára gamal, er hann formaður í tveimum feløgum, ið virka fyri børn og ung. Hann er nevniliga formaður í Ung í Dansi, umframt at hann er fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar.
##med2##
– Brestir er bæði fittur og fryntligur at vera saman við, umframt at hann er ábyrgdarfullur og eldhugaður, siga tey í FUR
– Týdningarmesta uppgávan sum fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar er, at eg gevi leiðarunum góðar karmar at vera leiðarar. Úlvar, skótar og birkibeinar mugu hava góðar umstøður at læra seg skótasið og at gerast sjálvstøðug bæði í náttúruni og í dagliga lívinum, sigur hann.
Hann heldur eisini, at hansara fremsta uppgáva sum formaður í Ung í Dansi, er at fáa ung, sum dansa føroyskan dans kring landið, at hittast og gleðast um at dansa, og at knýta vinabond.
Fríðbjørg Joensen Poulsen hevur í ein mansaldur gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiði við føroyska dansin fyri børn í Sumba til gagns bæði fyri børnini og føroyska mentan.
##med3##
– Fríðbjørg er eldhugað og ótroyttilig og elskar føroyska dansin og er ein av stóru orsøkunum til, at føroyski dansurin í Sumba blómar, siga tey í FUR.
Tá ið hon takkaði fyri heiðurin, vísti hon til Steinbjørn B. Jacobsen rithøvund yrkjara og lærara, sum plagdi at siga: Kasta breyðið á vatnið, tey eta tað einaferð.
– Tað er ikki altíð, ein sær úrslitið beinanvegin, men tað kemur. Orsøkin til, at Fríðbjørg er so eldhugað at menna føroyska dansin fyri børn, er, at hon sær føroyska dansin og kvæðini sum nakað serføroyskt. At dansa føroyskan dans gevur bæði vitan um miðevropeiska søgu, um lívið í Føroyum fyrr, og tað gevur rørslu og samveru. Nógv drama er í dansinum, mann livir seg inn í søguna saman.
Time Out er ein verkætlan hjá Sinnisbata, har tey skipa fyri bólkum fyri børn og ung ímillum 12-18 ár, sum eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku.
– Tað er týdningarmikið at lofta teimum avvarðandi, tí teirra tørvur verður ofta settur til síðis ella gloymdur.
Tey ungu, sum hava verið við, siga at tey eru ikki so einsamøll, og at tey kenna seg aftur í støðuni hjá hinum luttakarunum.
Dagmar Clothier, sum er ein av bólkaleiðarunum í verkætlanini Time Out, tók ímóti heiðurslønini.
##med4##
– Sinnisbati tók stig til Time Out, tí vit sóu ein tørv hjá børnum og ungum, sum eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku, segði hon í røðu síni í sambandi við at Sinnisbati fekk heiðurslønina.
Ofta halda tey, at eingin hevur tað sum tey, og at eingin skilur tey og tí føla tey seg fullkomiliga einsamøll.
– Tað eru børn og ung í Føroyum í familjum við sálarsjúku, har sálarsjúkan fyllir nógv - og við hvørt fyllir hon alt. Tí hava tey brúk fyri einum staði, har rúm er fyri at seta orð á teir tankar, tey ganga við, og at hoyra onnur børn og ung siga frá – og at vita, at tey ikki eru einsamøll.
Brestir Bjarnastein Restorff
Fríðbjørg Joensen Poulsen og Rói B. Poulsen
Dagmar Clothier og Rói B. Poulsen
Á myndini eru tey, frá vinstru, Dagmar Clothier, Brestir Bjarnastein Restorff, Rói B. Poulsen frá FUR, og Fríðbjørg Joensen Poulsen