Hava higartil vunnið yvir 50 milliónir til føroyska samfelagið

Høvdavirkið í Leirvík er eitt dømi um, hvussu væl tað loysir seg at gagnnýta tann partin av okkara fiskatilfeingi, sum vanliga verður kallaður slógv

Nýggj vinna

Viðhvørt loysir tað seg at ganga nýggjar leiðir
Tað er Høvdavirkið í Lerivík eitt gott dømi um.
Høvdavirkið, sum tað eitur í vanligari talu, ella Faroe Marine Products, sum tað formliga eitur, varð stovnað í 2001, við tí endamáli at virðisøkja tað fiskatilfeingið, ið vanliga verður roknað sum slógv.
Og ikki kann sigast annað, enn at væl hevur vignast.
Eirikur á Húsamørk er stjóri á Høvdavirkinum sigur, at longu í fjør útflutti virkið fyri fyri einar 32 milliónir krónur.
Men gongst sum hann vónar, verður útflutningurin tvífaldaður um heilt stutta tíð.
Virkið liggur á Hagaleiti beint uttanfyri Leirvík. Næsti grannin hjá virkinum er brennistøðin hjá IRF.
Og tað er ikki av tilvild, tí Høvdavirkið brúkar avlopshita frá brennistøðina til framleiðsluna.
Á Høvdavirkinum verða høvd turkað til útflutnings og tað krevur sera nógva orku. Tí hevur tað alt at siga, at vit fáa avlopshita frá brennistøðini, tí sostatt fáa vit nógv bíligari orku, enn vit høvdu fingið, skuldu vit fýrt við olju, sigur Eirikur á Húsamørk.
Samstundis fær IRF selt eitt sindur av tí varma, sum annars hevði farið upp í royk. Sostatt er samstarvið til gagns fyri báðar partar og hetta er eitt samstarv, sum tey á Høvdavirkinum eru sera væl nøgd við.
Íslendingar hava turkað høvd í eina tíð og Íslandingar eru eisini uppi í Høvdavirkinum í Leirvík.
? Partapeningurin í Høvdavirkinum er helvt um helvt føroyskur og íslendskur og hetta er eitt samstarv, sum hevur riggað sera væl.
? Ìslendingar duga væl at turka høvd og teir vita nógv um marknaðin. Samantvinnað við fyrstafloks høvd og ryggir frá føroyskum fiskavirkjum, og góðum arbeiðsfólki, hevur hetta gjørt at Faroe Marine Products hevur fingið sera gott umdømi á marknaðinum, sigur stjórin.
Hann sigur, at arbeiðið á Høvdavirkinum byrjaði mitt í oktober í 2001.
Til 30. juni í ár hevði virkið tikið ímóti umleið 10.000 tonsum av høvdum frá føroysku fiskavirkjunum runt alt landið.
Og nú eru tað tey flestu fiskavirkini í landinum, sum selja Faroe Marine Products høvd og ryggir í staðin fyri at mala tey til fiskaslógv ella frysta tey til minkafóður.

Kunnu fáa 12.000 tons
Eirikur á Húsamørk sigur, at tilsamans fáast eini 12.000 tons av høvdum av tí toski, hýsu og upsa, sum verður avreiddur og virkaður í Føroyum.
Sostatt hevur Høvdavirkið higartil fingið umleiðs helvtina av teirri rávøru, sum er til taks.
Men í Leirvík stíla tey hægri og í løtuni verður Høvdavirkið bygt út. Og táið hendan útbyggingin er liðug um ein góðan mánað, er virkið ført fyri at taka ímóti øllum høvdunum av toskinum, hysuni og upsanum, sum verður virkaður á føroysku fiskavirkjunum.
Eirikur á Húsamørk vónar tískil, at tað fer at eydnast virkinum at fáa fatur á meiri høvdum og at øll virkini í landinum fara at halda tað vera áhugavert at selja virkinum høvd.
Hann leggur afturat, at fáa tey rávøruna, fer ikki at standa á at sleppa av við tey turkaðu høvdini.
? Higartil er øll vøran seld til Nigeria, har tey brúka høvdini til súpanarbót. Hetta kann ikki sigast at vera nøkur bílig vøra hjá teimum í Nigeria, tí ein vanligur arbeiðari skal av við eina heila dagsløn fyri at fáa eitt høvd til keyps.
Men hetta sigur so eisini eitt sindur um, hvussu høgt í metum turkað høvd eru har um leiðir.
Og stjórin á høvdavirkinum sigur, at eftirspurningurin eftir turkaðum høvdum úr Føroyum hevur verið munandi størri enn tað, tey hava klárað at turkað, so tað fer ikki at standa á at sleppa av við høvdini.

Útflutt fyri 50 milliónir
Frá tí at arbeiðið á virkinum byrjaði, til dagin í dag, hevur Høvdavirkið tilsamans útflutt fyri góðar 50 milliónir krónur. Hetta svarar til fimm krónur fyri kilo av turkaðum høvdum, tá ið vit tosað um tey dýrastu høvdini.
Ì sama tíðarskeiði hevur virkið útgoldið 15 milliónir krónur í lønum. Ì meðal hava verið góð 20 fólk til arbeiðis á virkinum. Størsti parturin av arbeiðsfólkinum hava verið útlendingar úr Russlandi, Jugoslavia, Rumenia og aðrastaðni frá. Og Eirikur á Húsamørk kann ikki siga annað enn at tey hava havt sera góðar royndir av útlendsku arbeiðsmegini.
Hann sigur eisini, at fíggjarliga gongdin hjá virkinum hevur eisini verið hampiliga góð.
Í 2002 vignaðist tað so mikið væl fíggjarliga, at umframt keypsprísin fyri høvdini, lat virkið rávøruveitarum sínum eina slaka millión í bonus. Hetta megnaði virkið, hóast bæði tímalønir og prísir annars, eru væl hægri enn í Ìslandi.
Hann sigur sostatt, at sæð frá einum samfelagsligum sjónarmiði, hevur útflutningurin hjá Høvdavirkinum ført til eina stóra virðisøking av fiskaslógvinum.
? Vórðu tey 10.000 tonsini av høvdum, sum virkið hevur tikið ímóti, ikki turkað, høvdu tey í mesta lagi havt eitt útflutningsvirði upp á einar 10 milliónir krónur.
Hetta skal so sammetast við tær 50 milliónirnar, sum Høvdavirkið hevur útflutt fyri.
? Talan er sostatt um at útflutningsvirðið av slógvinum er fimmfaldað. Verður so alt tað avleiddda virksemið tikið við, eitt nú lønir, flutningur, pakningur, orka og annað, er talan um ein munandi meirvinning fyri føroyska samfelagið, sigur Eirikur á Húsamørk.
Hann sigur, at hetta er somuleiðis eitt dømi um, at enn eru stórir møguleikar at virðisøkja tann partin av fiskatilfeinginum til matna, ið annars vanliga verður roknaður at vera slógv, eitt nú livur, rogn, sil, ryggir og annað.