Tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið avbera friðarligt kortini.
Tó hava tey fingið nógvar fráboðanir um ungfólk, sum eru komin illa fyri á Tórsfestini í nátt, tí at tey hava verið deyðadrukkin og ikki hava verið før fyri at klára seg sjálvi. Eitt nú vóru tað fleiri, sum lógu avdottin ymsastaðni úti.
Løgreglan sigur, at í slíkum førum hava tey boðað samrittunum hjá Reyða Krossi frá, sum vóru væl mannaðir á tiltakinum.
Og løgreglan sigur, at samarittarnir gera eitt megnar arbeiði, tí teir hava tikið sær av teimum ungu og fingið bjargað teimum, áðrenn illa vildi til. Eitt nú hava tey fingið fatur á teirra avvarðandi, so at tey eru fingin til húsar.
- Samrittarnir gera eitt stórt arbeiði at hjálpa fólki, sum eru illa fyri, samstundis sum at tey lætta munandi um arbeiðsbyrðuna hjá bæði løgreglu, sjúkrabilatænastuni, og læknum, sigur løgreglan.
Niðanfyri eru fleiri myndir av Tórsfestini