Hava illgruna um hvítting

Tollvaldið leggur hald á nógv rúsevni, men hetta er helst bara ein lítil partur av tí, sum er í landinum

(Mynd: Taks)

Tollvaldið hevur ein illgruna um, at hvítting fer fram í sambandi við rúsevnissølu í Føroyum. Hesin illgrunin kemur frá útgangandi eftirlitinum, har tollarar javnan steðga ferðafólkum við mørkini.

 

Summi av teimum ferðandi hava nógvan reiðan pening uppi á sær, og tað er her, at myndugleikarnir hava ein illgruna. Tí sambært tolllógini hevur man skyldu at fráboða reiðan pening, sum man tekur inn ella út av landinum, um tað er í stórum nøgdum. Men tað eru verri enn so øll, sum fráboða um tað.

 

– Vit spyrja sjálvandi tey ferðandi, hvat hetta eru fyri pengar, og hvar teir koma frá. Um vit ikki fáa eina nøktandi frágreiðing, so fáa vit altso ein illgruna um, at tað eru hvíttaðir pengar. Og tað kundi bent á, at tað eru narkopengar, sum skulu av landinum aftur, sigur Birta Biskopstø, leiðari á tolldeildini hjá Taks.

 

Í 2020 vóru 785.000 danskar krónur funnar við markið, og higartil í 2021 eitur talið 1,7 millión, sum er skrásett út av landinum. 

 

– Hetta er ein stór øking, ja, sigur Birta Biskopstø. 

 

Spurningurin er so, um tollararnir generelt fanga meira, ella um tað bara verður smuglað væl meira av rúsevnum til landið. Hetta er ringt at meta um hjá Taks.

 

– Vit fanga væl meira, enn vit gjørdu fyrr, tí vit royna at dekka alt landið. Men hetta kann eisini vera ein ábending um, at tað er meira í landinum. Altso at talið av rúsevnum, sum eru farið inn, eisini er økjandi, sigur tollleiðarin.

 

 

(Mynd: Taks)