Higartil í ár hava 41 føroysk fiskiskip skift eigara. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann hevur svarað einum spurningi frá Høgna Hoydal um keyp og sølu av føroyskum fiskiskipum.
Jacob Vestergaard leggur afturat, at higartil í ár eru 20 mál avgreidd um at flyta veiðiloyvi. Virðið á hesum handlum er 552 milliónir krónur, men ongin meting er av, hvussu stórur partur er fyri sjálvt skipið og, hvussu nógv kann sigast at vera gjald fyri veiðiloyvi.
Hann sigur, at teimum 20 málunum um flytingar av veiðiloyvum, er útlendskur kapitalur í 14 av feløgunum, sum eiga fiskifarið, ið veiðiloyvið er knýtt at.
Av teimum 41 sølunum av fiskiførum, sum annars hava skift eigara, er útlendskur kapitalur uppi í 17 av feløgunum, sum keyptu fiskiførini. Fiskimálaráðið biðjur um ymsar upplýsingar fyri at tryggja, at útlendsk áhugamál eru innanfyri lógarinnar mark.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann sær tað soleiðis sum um at nógvar av sølunum av fiskiførum og flytingum av veiðiloyvum í ár, eru gjørdar við eittans endamáli, nevniliga at fáa gagnnýtt makrelkvotur við betri egnaðum fiskiførum.
|