Hava lýst kreppustøðu á Tvøroyri

- Tað er vónleyst at vita, hvussu stór eitringin er, fyrr enn vit vita, hvussu nógv ammoniak er likið úr fløskunum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.

 

Enn ber ikki til at siga, nær Tvørafólk sleppa heim aftur.

- Tað er vónleyst at vita, hvussu stór eitringin er, fyrr enn vit vita, hvussu nógv ammoniak er likið úr fløskunum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.

 

- Vit mugu fáa staðfest, hvussu nógv ammoniak er likið úr fløskunum. Vit hava lýst eina kreppustøðu fyri økið, og saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Umhvørvisstovuni, Strandferðsluni, Heilsu- og innlendismálaráðnum og Fiskimálaráðnum skulu vit nú taka støðu til, hvat skal gerast víðari.

 

- Tað munaði væl, tá Brimil kom suður, sigur Jón Klein Olsen, og sigur, at nú er um reppið at eldurin er sløktur. Brimil, Tjaldrið og Samson sløkkja frá sjónum, meðan brandbilar úr Havn og av flogvøllinum nú eru komnir suður.

 

Tað hevur undrað fólk, at bíðað var við at flyta fólk av ellisheiminum og sjúkrahúsinum, hóast fólk vóru biðin um at fara av staðnum.

- Tey, sum kundu koyra í bili og bussi vóru flutt av sjúkrahúsinum og ellisheiminum, meðan tey, sum ikki vóru líka flytfør, vórðu flutt niður í kjallaran, sigur Jón Klein Olsen.