Hava lært av seinastu setu

Manslandsliðið: Fyrsti dysturin verið nýggjum sáttmála

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Christian F. Andreasen, foresti, og Håkan Ericson, landsliðsvenjari

Tað var væl av fólkið møtt upp til tíðindafundin hjá A-landsliðnum á Tórsvølli, tá landsliðsúttøkan var. Tíðindafundurin byrjaði ein hálvan tíma seinni enn vanligt. Orsøkin var at forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, eisini skuldi taka orðið.

 

Tey flestu høvdu roknað út, at tað var ein nýggjur sáttmáli var á veg til landsliðsvenjaran, men alíkavæl var ein ávísur spenningur at hóma kring fundin. Tað kundi jú verið, at tað bast ein bumba á fundinum, ella at okkurt nýtt var í landsliðstoyminum?

 

So var ikki. Tá landsliðini vóru úttikin tók Christian F. Andreasen orðið og boðaði frá, at Håkan Ericson og Fótbóltssambandið hava gjørt ein nýggjan tvey ára sáttmála.

 

Hetta er ein umsitingarliga løtt loysn, tí partarnir kenna hvønn annan eftir fýra ára samstarv. Forsetin vísti á, at tað er ein samd nevnd hjá Fótbóltssambandinum, ið hevur tikið avgerð um at leingja samstarvið. Hann legði afturat, at úrslitini hava verið góð og at Håkan Ericson hevur fingið stig í helminginum av teimum 34 landsdystunum, sum hann hevur staðið á odda fyri.

 

Hava lært av seinastu setu

 

Christian F. Andreasen váttar eisini, at hann og setanarnevndin hava lurtað eftir kritikkinum. Tað hevur ikki verið heilt frítt fyri kritikki av landsliðsvenjaranum og landsliðnum. Eisini hevur verið víst á, at seinastu tvey árini undir Lars Olsen eydnaðust minni væl.

 

- Vit hava lurtað eftir kritikkinum og tikið tað við. Ein landsliðsvenjari hevur eina ávísa livitíð og tá tú hevur sitið eitt fýra ára skeið, so skalt tú ikki gera ein fýra ára sáttmála afturat, sigur Christian F. Andreasen og leggur afturt:

 

- Vit halda at tað er rætt at leingja við Håkan Ericson, tí hann hevur gjørt tað gott. Hann hevur fingið stig í helvtini av dystunum og er væl dámdur millum spælararnar og starvsfólkini her.

 

##med2##

 

Forsetin vísur eisini á øktu krøvini, sum fylgja við góðu gongdini seinnu árini.

 

- Í dag er kritikkur av landsliðnum, tá vit ikki vinna móti londum sum Kekkia. Tað er eitt lið, sum kom í fjórðingsfinaluna til EM 2020. Tað vísur at landsliðið gongur fram, men tað er eisini gott, tí tað gevur okkum størri stríðsvilja, sigur Christian F. Andreasen.

 

Tað verður einki nýtt at fólk at síggja í landsliðsvenjaratoyminum. Karmarnir og útreiðslurnar verða óbroyttar.

 

- Vit hava fingið eina spennandi ætlan fyri framtíðina frá Håkani. Karmarnir verða teir somu og vit økja ikki útreiðslurnar. Håkan Ericson hevur gjørt landsliðsumhvørvið meira yrkiskent og vit hava verið nøgdir við arbeiðslagið og samskipanareginleikarnar hjá honum, sigur forsetin.

 

At enda sigur Christian F. Andreasen, at krøvini til landsliðsvenjaran ikki eru broytt og vísur á, at landsliðið mangan er ein spegilsmynd av føroyskum fótbólti. Tað eru feløgini, sum koma fyrst og landsliðið er eitt úrslit av tí arbeiðinum.

 

Føroyar spæla í annaðkvøld móti Póllandi á útivølli.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Christian F. Andreasen, foresti, og Håkan Ericson, landsliðsvenjari