Hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at strika arbeiðið fyri javnstøðu

Tað er ikki longur brúk fyri at virka fyri javnstøðu

 

Tað er ikki brúk fyri at virka fyri javnstøðu ímillum kynini og tí eiga Javnstøðunevndin og Demokratia at verða avtikin. Tað halda teir fýra løgtingsmenninir, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, umframt teir tríggir fólkafloksmenninir, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen.

 

Og nú Løgtingið er í ferð við at leggja síðstu hond á fíggjarætlanina fyri næsta ár, eru fleiri broytingaruppskot løgd fyri Løgtingið. Øll uppskotini snúgva seg um at broyta upphædirnar til ymisk endamál.

 

Men so er eisini eitt uppskot um at strika arbeiðið fyri javnstøðu ímillum kynini. Á fíggjarlógini eru játtanin til Javnstøðunevndina og Demokratia lagdar saman og nú verður tað kallað javnstøðumál. Og ætlanin var, at seta 983.000 krónur av til endamálið næsta ár. Men nú mæla teir fýra tingmenninir til at strika játtanina.

 

– Tað er ikki longur neyðugt at hava serskipanir fyri at fáa kvinnur á ting. Í dag er ikki munur á kvinnum og monnum, tí øll hava somu møguleikar og somu rættindi at virka politiskt uttan mun til kyn, siga teir.