Her á hesum stað hava vit staðiliga víst á, hvussu fyrisitingarkostnðaurin av okkara lítla landi er farin alt ov høgt upp. Vit fingu ein Norman Christensen bygnað, sum er ov dýrur og sum hevur víst seg at rigga ov illa. Vit hava eina játtanarskipan, sum ikki lítur nøkrum nakað til, og vit kunnu bara staðfesta, at úrslitið er hareftir.
Tað er stórt spell, at man ikki dugdi afturhald í centraliseringini og bureaukratiseringini av almennnu Føroyum, meðan tíðirnar vóru góðar. Tað er altíð keðiligt at verða noyddur at skera niður í ringum tíðum.
Tì at skera verður uppgávan hjá landsstýrinum. Man hevur í almennu Føroyum lagt útreiðslustøðið eftir rekordinntøkum, og nú sita vit við einum fíggjarlógarhalli, sum nærkast milliardklassanum. Vit hava seinastu árinni havt methøgar MVG inntøkur og skattainntøkur annars, og hetta er so útreiðslusíðan á fíggjarlógini løgd eftir. Tað svarar til eina sølubúð, sum setur føstu mánaðarligu útreiðslurnar eftir jólasøluni.
At man so harafturat skerdi blokkin í óðum verkum, uttan at tora at fortelja almennum starvsfólki, at tað kom at kosta almenn størv, ger ikki støðuna betri.
Hvar skal so skerast?
Nógv fokus er á tunlar og hørð virðir, men tað er tíverri torvmold í eyguni á veljarnum. Tunlar og infrastrukturur annars er bert ein lítil brotpartur av okkara fíggjarlóg. Almanna- og heilsumál og mentamál eru umleið 70% av fíggjarlógini, og tað hevur verið støðan seinastu nógvu árini. Tey sokallaðu hørðu virðini fylla nærum einki á fíggjarlóguni, og nevnast kann, at undirsjóvartunlar eru minni enn 1%. Stóri trupulleikin er almennur rakstrarkostnaður. Almenni raksturin er dýrkaður við á leið einari milliard upp á fimm ár. Okkurt er gamaní farið til betri veitingar og betri tænastur, men nógv er farið í rakstrarøkingar, sum borgarin hevur merkt lítið ella einki til.
Besta tekinið um, at borgarin hevur merkt ov lítið til økingina, er helst mytan um, at alt fer til betong og asfalt. Pástandurin hevur einki hald í veruleikanum, og ikki er ilt at gita seg til, hví flokkar við stórari undirtøku í høvuðstaðarøkinum nøra um ta mytuna.
Hvat er so at gera? At spara, sum man ger nú, har vælferðartænastur og Palliba standa fyrst fyri skotum ber ikki til. Tað ber ikki til at minka um almennu tænasturnar fyri at kunna hava ráð til at varðveita eina stóra umsiting. Umsitingin má vera beinleiðis proportional við tað, ið umsitið verður.
Her mugu politikarar koma inn við einari beinharðari raðfesting. Tað nyttar einki at yvirláta raðfestingarnar til aðalráðini sjálv, tí tey vilja instinktivt spara longri niðri í skipanini. Fyrst er at byrja í erva. Fakfólk uttanfyri umsitingina burdu fingið álagt at gera uppskot til ein smidligari, minni og meiri decentralan almennan bygnað. Hetta hevði frígivið pengar til vælferð. Fyri at varðveita perspektivið, so eiga vit at minnast til, hvussu nógvar heimahjálpir t.d. fáast fyri kostnaðin av einum nýggjum eftirlitsstovni ella umsitingardeild.