Hava longu fingið 98 mió meiri í lønum higartil í ár

?Ikki minst eru tað lønarútgjaldingarnar á fiskavirkjum á landi, í alivinnuni og í privatu byggivinnuni, sum veksa. Men eisini aðrar vinnur eru í vøkstri.

Seinastu árini hevur framburðurin í Føroyum verið sera stórur.

Og tað tykist um sum gongdin heldur fram, mestsum óbroytt.

Í øllum førum heldur vøksturin í lønarútgjaldingunum fram, tí higartil í ár hava føroyingar forvunnið 98 milliónir meiri í løn enn sama tíðarskeið í fjør.

Ein nýggj uppgerð yvir lønarútgjaldingarnar, sum vit hava fingið innlit í, vísir, at fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, eru útgoldnar 1.379 milliónir út í lønum í Føroyum.

Í sama tíðarskeiði í fjør var talan um eina lønarútgjalding uppá 1.281 milliónur.

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár er sostatt talan um ein vøkstur í lønarútgjaldingunum uppá 98 milliónir, ella 8%, afturímóti somu tíð í fjør.

Sostatt er tað mangt sum bendir á, at tilsamans fara lønarúgjaldingarnar í ár fyri fyrstu ferð at at koma uppá aftur sama støði, sum tær vóru áðrenn kreppuna.

Í 1990 vóru lønarúgjaldingarnar 4.248 milliónir. Síðani fullu tær meiri enn eina milliard, heilt niður á 3.125 milliónir í 1994, men vóru komnar uppaftur á 4.138 milliónir í fjør.

Men eftir gongdini higartil í ár bendir so alt á, at talið ferð uppum aftur støðið, sum tær vóru á áðrenn kreppuna,

Hetta ger seg ikki minst galdandi, tá ið havt verður í hugað, at flest allar lønir hækkaðu munandi eftir sáttmálasamráðingunum í vár.


Tað almenna hækkar minst

Verða vinnugreinarnar býttar sundur í tríggjar høvuðsbólkar, vísir tað seg, at tað er bólkurin sum eitur byggivinna, handilsvinna, flutningsvinna og tænastuvinna, sum hækka mest.

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár vuksu lønarútgjaldingarnar í hesum vinnugreinum 9% í ár, afturímóti í fjør, úr 401 milliónum, upp í 436 milliónir.

Men eisini í framleiðsluvinnuni er vøksturin rættiliga stórur, 7% fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør.

Í januar til apríl í fjør betalti framleiðsluvinnan 412 milliónir í lønum, men sama tíðarskeið í ár, hevur hon betalt 440 milliónir.

Kortini verða tær allarflestu lønirnar enn, sum áður, útgoldnar fyri almennar tænastur.

Men munurin minkar, tí lønarúgjaldingarnar fyri almennar tænastur eru í seinastuni hækkaðar væl minni enn í hinum báðum høvuðsbólkunum.

Í tíðini januar til apríl í fjør vóru úgoldnar 461 milliónir í lønum fyri almennar tænastur.

Somu tíð í ár vóru útgoldnar 489 milliónir út fyri almennar tænastur.

Sostatt er ?einans? talan um ein vøkstur upp á 6 %.


Stórur munur á

Tað er annars stórur munur á gongdini í ymsum vinnugreinum.

Eitt nú sæst, at av teimum týdningarmiklu vinnunum eru tað nógvar vinnugreinar, sum eru í munandi vøkstri.

Eitt av undantøkunum er fiskiskapur.

Fyrsta ársfjórðing í fjør fingu føroyskir sjómenn 244 milliónir í hýrum, men somu tíð í ár er talið fallið 1%, niður á 241 milliónir: Somuleiðis eru lønarútgjaldingar á skipasmiðjum og smiðjum falnar 1%, úr 30 milliónum, niður í 29.

Annars eru lønarúgjaldingarnar nógv vaksnar í alingini og á fiskavirkjunum á landi.

Í januar til apríl í ár hava ali- og kryvjivirki útgoldið 29 milliónir í lønum, tað er 28 % meiri somu tíð í fjør, tá ið talið var 23 milliónir.

Vøksturin í fiskivinnuni á landið er heili 25%, tí fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu 95 milliónir útgoldnar í lønum í fiskivinnuni á landi afturímóti 76 milliónum um somu tíð í fjør.

Men tað tykist eisini sum um ferðavinnan er í menning, tí lønarútreiðslurnar hjá gistingarhúrum og matstovum eru hækkaðar 18%, úr 10 milliónum í januar-apríl í fjør, uppí 12 milliónir í ár.

Annars vísa tey nýggju hagtølini, at privata byggivinnan er hækkað 25% higartil í ár, úr 42 milliónum í fjør, upp í 52 milliónir í ár.

Somuleiðis sæst, at lønarútreiðslurnar í ídnaðinum eru hækkaðar 7% fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør, úr 38 milliónum í januar til apríl í fjør, upp í 40 milliónir í somu tíð í ár.