Hava lopið á orkuverk í Lviv og Zaporizjzja

Sambært AFP hava russar lopið á útbúnað hjá ukrainska gassfelagnum Ukrenergo í býunum, Lviv og Zaporizjzja.

Í nátt hava russar lopið á tvey orkuverk í Ukraina, og sagt verður, at tveir arbeiðsmenn eru løstaðir.

 

Tað er tíðindastovan AFP, sum ber hesi tíðindi frá ukrainska orkumálaráðnum.

 

Sambært AFP hava russar lopið á útbúnað hjá ukrainska gassfelagnum Ukrenergo í býunum, Lviv og Zaporizjzja.

 

Ukrainska orkumálaráðið sigur sambært AFP, at talan var um stór álop á undirstøðukervið, bæði har suðuri og vesturi í Ukraina.

 

Viðhefta mynd hevur einki við russisku álopini í nátt at gera.