- Hava loyvi at vera vónbrotnir

Tað sigur landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, eftir HM-tapið ímóti Ukreina í dag.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum tapti fyrsta dystin í HM-undankappingini, tá ið tað í dag bleiv 30-22 ímóti einum føroyskum landsliði, sum sambært venjaranum, Sonna Larsen, ikki vísti seg at vera so væl samanspælt.


Ein av orsøkunum til hetta hevur verið, at tað ikki hava verið nógvar samlingar, og hann segði um dystin í dag, at leikararnir hava loyvi at vera vónbrotnir.


Hoyrið samrøðuna við Sonna Larsen, sum Rás2 gjørdi eftir dystin í dag, omanfyri.