Hesi seinastu árini hevur Elektron mist 32 arbeiðspláss. Tað upplýsir Jørgen Niclasenl, landsstýrismaður, eftir at Høgni Hoydal, tingmaður hevur spurt hann um støðuna á Elektron eftir at netbankin varð fluttur av landinum. Tá ið Netbankin varð fluttur av landinum, varð ført fram, at hetta fór at geva Elektron møgulikar at fáast við annað virksemi og at mennast Men gongdin hevur verið beint øvugt, staðfestir Jørgen Niclasen. Hann sigur, at gjaldførið hjá Elektron er vánaligt - og at tað er versnað seinastu trý árini.
Í 2013 hevði Elektron eitt hall á 19,8 milliónir krónur, men hann leggur afturat, at óvanligar eyka kostnaðarføringar vóru í 2013 fyri 17 milliónir krónur og harvið var vanliga rakstrarhallið 2,8 milliónir.
Óvanligu kostnaðarføringarnar kunnu í høvuðsheitum býtast í tríggjar bólkar, nevniliga avskriving av goodwill í felagnum, óvanligar kostnaðarføringar til størri verkætlanir og uppsagnarlønir.
Men nú hevur Elektron lagt á annan bógv og leiðslan væntar hall í ár, javnvág næsta ár og yvirskot í 2016.
Vánaliga gongdin á Elektron hevur eisini kostað nógv arbeiðpláss í Elektron.
Í 2010 vóru 94 fulltíðarstørv á Elektron, men nú eru 62 fulltíðarstørv í fyritøkuni, ella 32 fulltíðarstørv færri.
Leiðslan í Elektron upplýsir, at niðurskurðurin eisini hevur aðrar orsøkir enn tað, at netbankin varð fluttur av landinum, eitt nú automatiseringar og effektiviseringar.
Jørgen Niclasen sigur, at peningastovnarnir vilja ikki upplýsa, hvussu nógv tað kostaði at flyta netbankan av landinum, bæði tí at tey hava tagnarskyldu mótvegis KT veitaranum og tí at talan er um innanhýsis trúnaðarupplýsingar.
|