Hava nú fingið fígging til undirsjóvartunlarnar

Rentan er sera lág, siga tey í tunnilsfelagnum

Í dag er ætlanin at gera undirsjóvartunlarnar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, komin eitt risafet víðari.

 

Tað boðar tunnilsfelagið frá beint nú. Í dag hevur felagið nevniliga formliga tikið av einum lánstilboði frá einum amerikanskum lánsveitarum upp á tilsamans 2,6 milliardir krónur til eina fasta rentu upp á 2,73 prosent um árið.

 

- Talan er um eina sera góða rentu, ið er galdandi alt lánitíðarskeiðið, og hóast altjóða renturnar eru søguliga lágar, er tað lættari sagt enn gjørt at fáa eina so lága rentu í eitt so langt tíðarskeið, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í tunnilsfelagnum

 

Hendrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum er somuleiðis væl nøgdur við lánstilboðið.

 

 

- Tað hevur verið arbeitt nógv og hart fyri at koma hagar, ið vit eru komin til í dag, og verandi lánstilboð sær út til at gerast ein týðandi partur í tilgongdini fram ímóti, at byggisáttmálin verður undirritaður heilt skjótt, sigur hann