Í løtuni ber ikki til at brúka kapellið á Landssjúkrahúsinum – og tað er óvist, nær tað aftur kann vera kapell. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu er vorðið við kapellinum á Landssjúkrahúsinum.
– Kapellið er sera týdningamikið. Nógv flest fólk fara foldum frá á sjúkrahúsunum, og tað er partur av jarðarferðini, at tey nærmastu kunnu fara í kapellið, áðrenn farið verður til sjálva jarðarferðina, sigur Sirið Stenberg.
Hon vísir á, at Landssjúkrahúsið er okkara meginsjúkrahús, og fólk úr øllum landinum doyggja har. Tá hevur tað verið vanligt, at farið varð úr kapellinum, áðrenn farið varð víðari til heimbygdina hjá viðkomandi til sjálva jarðarferðina. Hetta hevur givið mongum møguleika at luttaka og siga farvæl har, sigur hon.
– Fyri familju og avvarðandi er løtan í kapellinum sera týdningarmikil og ein partur av eini virðiligari samkomu, sum eisini hevur stóran týdning fyri eftirtíðina, bæði andaliga og eksistensielt, sigur Sirið Stenberg.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at kapellið á Landssjúkrahúsinum lat aftur fyri sløkum hálvumtriðja ári síðani, táið korona av álvara tók seg upp í Føroyum. Men í sambandi við arbeiðið at binda núverandi sjúkrahús, og nýggja sjúkrahúsbygningin, saman, hevur tað verið neyðugt at finna eitt høli til at vaska seingir í og tað er hetta, kapellið nú verður brúkt til. Og Landsstýrismaðurin sigur, at enn er tað ikki heilt greitt, nær arbeiðið við sambindingini verður liðugt, og kapellið aftur kann verða brúkt til kapell.