Vit kunnu bara hyggja í bakspegilin fyri at kanna, hvussu nógv teir hava samstarvað síðani vit fingu heimastýri í 1948.
Av teimum 24 árunum, Tjóðveldi hevur sitið í samgongu, hevur flokkurin samstarvað við Javnaðarflokkin í 11 ár, meðan hann hevur samstarvað við Fólkaflokkin í 18 ár.
Av teimum 37 árunum, Javnaðarflokkurin hevur sitið í samgongu, hevur hann samstarvað Sambandsflokkin í 23 ár.
Út frá tí sæst, at tað ikki eru júst er samstarv til gagns fyri fakfelagsrørsluni, sum bindir Tjóðveldi og Javnaðarflokkin saman. Nógv størri týdning hevur tað hjá Tjóðveldinum at vinna fullveldi saman við Fólkaflokkinum, og hjá Javnaðarflokkinum at halda ríkisfelagsskapin við líka saman við Sambandsflokkinum.
So er spurningurin, um vit hava brúk fyri politiskum flokkum?
At Tjóðveldi er farið at tosa um blokkpolitikk kann merkja, at flokkurin ætlar at flyta seg. Spurningurin er so, um tað er ímóti Javnaðarflokkinum ella Fólkaflokkinum. Hann er samsintur við báðar, men bara um hvør sítt.
Janaðarflokkurin hevur eisini tosað um blokkpolitikk, men tað er heldur ikki greitt, um flokkurin leggur dent á ríkisrættarligu støðuna saman við Sambandinum, ella um viðurskifti verkamanna saman við Tjóðveldinum.
Í øllum førum hava vit nakrar skitsofrenar flokkar, sum hava ilt við at fóta sær.