Hava selt vørur við illgrunasomum evnum í

Illgruni er um, at sum frálíður kunnu hesi evni elva til krabbamein og livraskaða

 

Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ómóti tveimum sløgum av kryddaríi, sum hava verið at fáa til keyps í Føroyum

Talan er um oregano og kumman av merkinum Änglamark frá COOP, sum ávarað verður ímóti. Orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri at tað er ov nógv av pyrrolizidinalkaloidum í teimum.

Í fyrra lagi er talan um »Änglamark økologisk spidskommen«. Nettovektin er 30 gramm og sum er best fyri 30. januar í 2023 og 21. mars í 2023. EAN strikukodan er: 7340011487982

Í øðrum lagi er talan um »Änglamark økologisk oregano«, nettovektin er 10 gramm og sum er best fyri 2. januar í 2021, 9. mars í 2022, 11. mars í 2022, 3. juni í 2022 og 5. oktober í 2022. EAN strikukodan er 7340011488057

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at illgruni er um, at í longdini kann tað elva til livraskaða og krabbamein at eta matvørur við ov nógvum pyrrolizinalkaloidum í.

Tí verður heitt á fólk, sum liggja inni við hesum, um at koyra tað í skrell, ella at fara aftur í handilin, haðani tað er keypt, við tí.