Tilsamans hava vit innflutt fyri 68 milliónir krónur minni teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, enn vit gjørdu í fjør. Tað er ein minking upp á eitt prosent, vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir at tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, hava vit innflutt fyri 5,974 milliónir. Men tað, sum ger størstan munin, er innflutningurin av olju og bensini, har vit hava spart heilar 213 milliónir í ár.
Hagstovan sigur, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, hava vit innflutt brennievni 731 milliónir og í fjør innfluttu vit olju og bensin fyri 945 í sama tíðarskeiði. Tað er ein sparing upp á 23 prosent.
Hagstovan sigur, at orsøkin til hetta er, at oljuprísurin er lækkaður, tí annars hava vit innflutt meiri olju og bensin higartil í ár, enn vit gjørdu í sama tíðarskeiði í fjør.
Annars var innflutningurin av ymsum vørum til beinleiðis nýtslu, sjey prosent størri tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør. Hesa tíðina í ár hava vit innflutt brúksvørur fyri góðar 1,3 milliardir.
Men annars er innflutningurin av nógvum vørum hækkaður. Upp á seg er vøksturin størstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har innflutningur hevur verið 311 milliónir tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár og tað eru heili 77 prosent meiri enn í sama tíðarskeið í fjør.