Á Havsbrún hava tey havt nógv at gera higartil í ár.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hevur Havsbrún tikið ímóti 110.000 tonsum.
Og tað er hampiligt, sigur stjórin, Bergur Poulsen.
Men kappingin er hørð m.a. úr Íslandi, hagar tað er styttri at sigla. So tað er trupult at fáa skipini higar, sigur stjórin.
Av tí sama er ikki so nógv at gera á Havsbrún nú, sum tað hevur verið. Tó er nógv at gera á fóðurdeildini.
Í gjár skuldu trý skip koma á Fuglafjørð við ídnaðarfiski. Saksaberg hevur um 700 tons, Jupiter hevur 1.100 tons og Chr. í Grótinum hevur um 1.700 tons.
Tað er alt lodna og skuldi givið arbeiði til leygardagin.
Nú verður minni
Men Bergur Poulsen sigur, at væntandi verður deydligt á Havsbrún tað, sum eftir er av árininum.
Svartkjafturin er um at verða liðugur og báði sildin og lodnan eru um at verða liðug.
Og nú er tað, at hvítingsbróðurin undir Føroyum hevði komið so ómetaliga væl við.
Ístaðin fyri at vit fingu tey 30.000 tonsini, sum tað er ráðiligt at fiska av hvítingsbróðuri undir Føroyum um árið, noyðast vit nú at leggja stilt, hóast árið er ikki meiri enn hálvrunnið.
Men fólkið verður ikki sent heim, tí nú verður farið undir viðlíkahaldsarbeiði.
60 mans arbeiða á Havsbrún og roynt verður at hava teimum støðugt arbeiði so at tey skulu hava eitt gott arbeiðspláss og virkið varðveitir eitt gott arbeiðsfólk.