Kjartan Joensen
Sum limur í landstýismálanevndini seinastu trý árini, saman við Kartin Hansen og Kára P. Højgaard, hava vit viðgjørt eitt ótal av innkomnum málum, flestu av teim eru sum vituligt er, reist av løgtingslimum úr andstøðuni. Men harumframt eru komin inn nógv persónsmál, sum støða hevur verið tikin til.
Allar kærur hava verið viðgjørdar virðiliga og í størsta álvara, og nógvar av teim hava tikið rættuliga drúgva tíð, áðrenn endalig niðurstøða hevur verið tikin í teimum. Viðmerkjast skal, at nevndin hevur verið heppin at verið mannað við sera góðum skrivara og juridiskum ráðgeva við nogvum ára royndum. Nevndin hevur enn ikki funnið haldgóða grund fyri at ákært nakran landsstýrismann fyri lógarbrot. Tað vildi eisini verið ógvuliga órímiligt, havandi í huga, at ráðini við aðalstjórum tess eru mannað við teirri ráðgeving, sum nú einaferð kann fáast fatur á her á landi.
Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu ymsu ráðini eru mannað:
Løgfrøðingar Búskaparfrøðingar
Løgmannskrivstovan 2
Fíggjarmálaráðið 2 5
Fiskimálaráðið 2 1
Alm.heilsumálaráðið 2 5
Vinnumálaráðið 2
Mentamálaráðið 3 2
Innlendismálaráðið 4
Aftrat hesum, um vit kunnu siga yvirbygnaði, eru aðrir samfelagsfrøðingar og onnur starvsfólk, sum gera týðandi uppgávur fyri landstýrismennininar, sum so aftur tryggjar, at tað arbeiðið og tað lógaverk teir leggja fram er borðbært.
Landsstýismaðurin, og eingin annar, hevur ábyrgd fyri sínum málsøki, og tí vildi tað verið púrasta óhugsandi, at hann læt frá sær eitt ,,vánaverk,, sum hann upp á forhond visti, at hann fekk aftur í høvdið. Tað vildi verið at grivið sína egnu grøv.
Siðvenja ella ikki. Ofta hevur andstøðan átt formannin í landstýrismálanevndini, men tó ikki altíð. Undir seinasta samgonguskeiði átti Tjóveldisflokkurin, sum tá var partur av samgonguni formannin í nevndini, mær vitandi var tað als eingin trupulleiki fyri oddfiskarnar í flokkinum, og tað eigur tað heldur ikki at vera. Uppgávan hjá nevndini er at hava eftirlit við, at landsstýrismenn útinna teirra arbeiðið á fult lógligan hátt. Og tað vita landstýrismenn.