Havnabreytin, framhald

Uppskot um linjuføring av hugsan míni ”Havnabreytin”, ið skal verða álitið og garantur fyri eini haldgóðari framtíðar flutningsloysn í býnum, eins og at tryggja áhaldandi menningina av einum so bilfríum miðbýi sum gjørligt.

Her skulu koyra tvey vognafylgi. Annað koyrir frá stórhøllini í hoyvík og hitt frá Argjahamri. Har tey hittast í Steinatúni, fyri síðani at fara fram við hvørjum øðrum.

 

##med2##

 

Endamálið má tó vera, at elorkan, ið krevst at dríva breytina, má koma beinleiðis umvegis SEV netið, og ikki frá eini battarí skipan í sjálvum vogninum.

 

Verkfrøðingar kunnu so kjakast um, hvar best er at staðseta breytina, eins og at finna útav, hvør loysnin hóskar okkum best.

 

Ein” Train-Bus Hybrid” loysn:

 

##med3##

 

Ella um tað skal verða eina sporbreyt loysn:

 

Og í so fall, um sporið skal verða mitt á verandi veganeti, so at breytin fer nakað til aðru síðuna fyri hvørt steðgiplássið og loyvir tá bilaferðslu frammvið.

 

Ella at sporið skal verða øðrumegin vegin, og má bilaferðslan tá deilast um hina síðuna ta løtuna, vognarnir skulu frammvið.

 

Við hesum seinna má havast í huga, at bilaferðslan (tá hugsið eg serliga í miðbýarumráðnum frá Bøkjarabrekku út á Landavegin, har tað kann verða trongligt) Væntandi fer, at minka nakað væl eftir at verkætlanin er vorðin virkin.

 

##med4##

 

 

Samfærdsel med biltrafik

 

”Hvor pladsforholdene ikke tillader adskilt færdsel fordi det ikke er forsvarligt at omlede vejtrafikken, kan man lade letbanen køre i samfærdsel med vejtrafikken på en kort strækning med stopforbud.

 

Denne anlægsform anvendes ofte i Europa på centrale afsnit, hvor der ikke kan findes alternative veje for biltrafikken. Letbanen bidrager her til et roligere gademiljø hvor trafikstøjen mindskes uden at færdsel forhindres. Letbanen kører her med samme hastighed som vejtrafikken (40-50 km/t).”

 
 

Steinatún við spor loysnini

 

 

##med5##

 

Breytin kann óiva klára seg við einum spori, sum so í Steinatúni má fara í tvey, so at vognarnir úr ávíkavist Hoyvík og av Argjahamri geva pláss, hvør fyri øðrum, og harvið býta um spor.

 

Hoydalar

 

##med6##

 

Møguligt uppskot um linjuføring gjøgnum Hoydalarøkið.

 

At føra breytina gjøgnum Hoydalar, hugsi eg er ein loysn, ið bæði tænir sjálvari breytuni, men eisini teimum ferðandi, ið at njóta vakra økið.

 

At Hoydalar linjuføringin kann stoyta tey, sum búgva í økinum, er skilligt. Men kann hesin góði flutningsmøguleiki eisini síggjast sum eitt kærkomið ískoyti til øki teirra.

 

At onkur ogn má lúta meira enn aðrar við hesi hugsan, slepst neyvan undan.

 

Og kann Hoydalar framsíggjast at menna seg til eitt livandi Viðarlundar/Park øki meira tøkt hjá teimum heldur illagongdu at njóta, við at staðseta eitt steðgipláss mitt í dalinum.