Eftirlønargrunnurin
Havi játtað at verða uppstillaður sum valevni til formanssessin í Havnar Arbeiðsmannafelag á aðalfundinum 1. februar 2003.
Í hesum sambandi hevur verið kastað mær fyri, at eg í óðum verkum havi lovað at hækka eftirlønarútgjaldið sum varð sett úr 3.500 kr. niður í 2.800 kr. um mánaðin.
Tað man standa øllum limum okkara greitt at tað verður ikki formaður HAF sum einsamallur fremur eitt slíkt verk! Hinvegin man tað standa líka greitt at henda grunnin eiga limir okkara, og eg ætli mær staðiliga, um eg verði valdur ? saman við nevndini sjálvandi, og í samráð við leiðslu grunnsins støðugt at hava eyguni eftir at limir okkara til eina hvørja tíð skulu kenna seg heilt vissar í at teimum verður veitt tað ískoyti, teir til einahvørja tíð eiga at fáa.
Grunnurin varð í 2000 niðurfrystur í trý ár at fáa greiði á, hvussu fram skuldi farast. Eisini varð tá havt fyri eygað, at politiska skipanin ? sum ikki einaferð ? skuldi barsla við eini skipan sum skuldi fevna allar arbeiðstakarar. Henda loysn letur bíða uppá seg og komandi summar skal grunnsins lagna takast upp til viðgerðar av nýggjum, og tá er tað av avgerandi tíðningi at vit hava eina vakna og virkna nevnd sum hevur eyguni eftir hvat tænir limum Havnar Arbeiðsmannafelags best!
Bráðfeingistrygging
Omanfyrinevndi grunnur eins og lívstryggingin var eitt megnartak limum felagsins at bata og rættiliga leingi var felagið í fremstu røð millum arbeiðarafeløg hesum viðvíkjandi.
Nú er tó hent tað at mong feløg eru farin ljósár framum HAF við at stovna eina bráðfeingistrygging, sum veitir tryggingartakaranum ávísan styrk í hóttafallsstøðum. Hetta er trygging sum tekur við undir bráðliga ákomnari sjúku ella øðrum tilburðum, har limurin til nú hevur verið sleptur uppá fjall. Hetta er mál sum skal takast upp umgangandi, táið nýggja nevndin fer til arbeiðis. Lívstryggingin eigur eisini at verða endurskoðað, hon hevur staðið í stað síðan hon varð stovnað.