Nei hjá Havnar kommunu er tað í veruleikanum als ikki skemt ella 1. apríl. Tvørturímóti, tað er nevniliga planurin at voldtaka alla náttúruna inni á Oyrareingjum og úti á Signabø. Soleiðis gera tað ómøguligt hjá ungum familjum at seta búgv har, sum annars fleiri hundrað sethús kundu verið bygd, um hugsað var um bygdamenning og trivna.
Sum er vilja fólk heldur seta búgv í Sunda kommunu, tí um tey skulu fáa grundstykki í Havn, skulu tey bíða eitt mannaminni og oman á tað heila, keypa sær fjallaklintraraútgerð, fyri yvirhøvur at koma til grundsstykkið, tí húsini verða jú bygd uppi í rókunum, har sum fuglurin annars heldur til. HVAR ER FRIÐINGARNEVNDIN í hesum tíðum, tá nakað veruligt er vert at friða. Ella hvar er landsstýrismaðurin í øllum hesum skilaleysa framferðarhátti hjá kommununi? Sjálvandi KRAGE SØGER MAGE.