Havnar Sjónleikarfelag nýtt pallteppi

Astrid Andreasen, listakvinna, hevur seymað og tilevnað nýggja pallteppið, sum Havnar Sjónleikarfelag tók í nýtslu ígjár. Teppið er gáva frá danska Tjóðbankanum

Fyri einum ári síðani fekk Astrid Andreasen, listakvinna í Havn, eina bundna uppgávu frá Havnar Sjónleikarfelag. Hon var at gera eitt nýtt pallteppi. Teppið er liðugt, kom upp at hanga í gjár, og gestirnir á Føroyakvøldinum í gjárkvøldið vóru teir fyrstu at skoða verkið.

Og tað er eitt stórt listaverk, sum er komið burtur úr.

- Eg gjørdi mær nógvar tankar, áðrenn eg fann út av, hvat eg skuldi mynda á teppinum. Tað var greitt beinanvegin, at eg vildi halda stílin, sum er inni í Sjónleikarahúsinum, tí um teppið fór at bregða ov nógv frá, fór tað at órógva meiri enn væl er. So eg valdi at brúka maskurnar, tær glaðu og súru maskurnar, sum prýða um í salinum, og tollin, sum er búmerkið hjá Havnar Sjónleikarafelag. Tað sær í grundini út sum eitt stevni á einum víkingabáti og ímyndar hetta at stevna fram eftir, greiðir Astrid Andreasen frá.

Listakvinnan hevur lagt nógva orku og tíð í arbeiðið. Talan er um eitt rættiliga stórt teppi, 10x4 metrar, úr floyali.

- Tað hevur verið ein spennandi, men ógvuliga strævin uppgáva. Floyal er ógvuliga livandi tilfar og at tí, at teppið er so stórt, hevur tað verið sera ringt at arbeiða við. Onkuntíð, tá ið eg setti nálir í teppið um kvøldið, høvdu tær flutt seg morgunin eftir. Og gull og bummull, sum maskurnar eru seymaðar burtur úr, arbeiða ikki væl saman. Eg havi seymað allar 28 maskurnar við hond, og nú eg havi talt eftir, eri eg komin fram til, at 8000 sting eru farin bara til tær. Tað er einki at siga til, at hol er komið á fingrarnar.


Gáva frá Tjóðbankanum

Nýggja pallteppið, sum Havnar Sjónleikarfelag nú hevur tikið í nýtslu, er liður í umfatandi umbyggingunum og umvælingunum, ið er farnar fram í húsinum seinastu árini.

- Vit sóktu danska Tjóðbankan um stuðul til ymiskt í sambandi við umvælingarnar. Bankin hevur ein Jubilæumsgrunn frá 1968, ið veitir stuðul til listaverk. Og úr honum fingu vit stuðul til hetta ávísa endamálið á 100.000 krónur eftir serligum forskriftum, sum vit hava fylgt, sigur Heðin Mortensen, formaður í Havnar Sjónleikarfelag.

Samstundis hevur húsið fingið eina nýggja fjarstýrda til- og frákoyring av teppinum.