Úrslitið hjá Havnar Sjúkrakassa í 1997 var einki at reypa av.
Sjúkrakassin hevði í fjør eitt hall uppá 486 túnsund krónur.
Í mun til árið fyri er hetta ein afturgongd uppá uml. 70 túsund krónur. Og tað hóast inntøkurnar hjá Sjúkrakassanum eru øktar við umleið tveimum milliónum í mun til árið fyri.
Tí hóast inntøkurnar øktust, so gjørdu útreiðslurnar tað eisini - og eitt lítið vet afturat.
Útreiðslurnar til vanliga læknahjálp hækkaðu við knappari 1,6 mió., meðan útreiðslurnar til tannlæknahjálp hækkaðu við góðum 300 túsund krónum.
Eisini útreiðslurnar til heilivág og til brillur, bandasjur og líknandi eru øktar og alt í alt eru útreiðslurnar hækkaðu við 2,1 mió krónum í fjør.
Fíggjarstøðan hjá Sjúkrakassanum í Havn javnvigar við 7,1 millión.
Havnar Sjúkrakassi eigur umleið 4 mió. krónur útistandandi í rakstrarstuðli og limagjøldum.
Útistandandi rakstrarstuðul er uppá góðar 3,1 mío. krónur, meðan umleið 850 túsund krónur eru útistandandi limagjøld.
Hinvegin skyldar Sjúkrakassin eisini fitt av peningi.
Læknarnir áttu umleið 700 túsund krónur tilgóðar við árslok og apotekið eigur góðar 2,7 mió. krónur tilgóðar.
Eisini hevur sjúkrakassin aðra skuld uppá umleið 500 túsund krónur.
Í tøkum peningi hevur sjúkrakassin við árslok uml. 650 túsund krónur, móti 1,2 mió krónum við ársenda í 1996.
Hóast hesa gongd, so meta grannskoðararnir ikki, at tað er neyðugt, við nøkrum fyrivarni í samband við roknskapin hjá »kassanum«.
Í átekningini stendur, at grannskoðanin ikki hevur givið orsøk til nakað fyrivarni.