Havnará gjørdist eina millión dýrari

Býráðið í Havn játtaði hóskvøldið 945.812 krónur at fíggja hallið av verkætlanini Havnará

Tað var í 2022, at sáttmáli varð gjørdur við J&K Petersen og Føroya Grótvirki í sambandi við arbeiðið at gera eina á í miðbýnum í Havn oman á verandi Havnará. Nakrar ósemjur hava verið um verkætlanina, sum nú eru avgreiddar.

 

Í tilfari til býráðsfund hóskvøldið sæst, at í tilgongdini til verkætlanina gjørdist greitt, at nakrar meir- og minniveitingar fóru at verða í sambandi við verkætlanina. Hetta partvíst grundað á broytingar og onnur ynski til verkætlanina eins og ein avleiðing av útbjóðingarháttinum eisini gjørdi seg galdandi.

 

Harafturat varð byggitíðin sett at verða 8 mánaðir frá byrjan til avhendan, men byggitíðin dragnaði nakað, grundað á at arbeiðstakari varð tarnaður av veðri umframt at skundavgerðir vórðu tiknar fyri at náa tíðarfreistum, herímillum skering av flísum, uppstigan av uppbygnaði undir flísum og tekniskum leiðingum v.m. Verkætlanin varð avhendað byggiharranum í juli 2023.

 

Byggiharri ásannar, at verkætlanin grundað á útbjóðingarhátt og tíðarætlan, hevur lagt stórt trýst á partarnar, sum hava luttikið í verkætlanini. Tó kann ikki síggjast burtur frá, at partarnir hava inngingið avtalu um verkætlanina við sáttmálum, og hava verið avbjóðingar við endauppgerðum, nærri lýstar niðanfyri:

 

  • Byggiharri metir ikki, at ráðgevandi arkitektur (Zeta Architects) hevur loyst sína uppgávu til fulnar, tá hugsað verður um tekningstilfar til øki 1 eins og endaligu loysnina viðvíkjandi handfaring av vatninum á bastión í øki 1. Partarnir eru ósamdir hesum viðvíkjandi, og hava samráðingarnar ikki funnið fram til eina semju.
  • - Fleiri avbjóðingar hava verið í sambandi við tekniskar leiðingar í økinum, sum hava havt við sær eyka arbeiði til tess at umskipa og fremja nøktandi loysnir av kaðalum hjá Løgtinginum, SEV, Føroya Tele (Net) og byggiharra í økinum. Ósemjur hava verið um, hvør átti at bera kostnaðin av arbeiðinum at umleggja gestakaðlar inni á kommunalari ogn. Kommunan hevur roynt at finna nøktandi semjur við ymisku partarnar, arbeiðini eru framd, og tískil hevur tað verið drúgt at finna fram til nøktandi semjur uttan at tær viðføra eitt hall.
  • - Grundað á broytingar í verkætlanini/tekningunum gjørdist grótframleiðslan/skering av flísum hjá Føroya Grótvirki ein meirveiting í sambandi við tilfar til verkætlanina. Broytingarnar kravdu munandi meira grót til at fáa somu nøgd av flísum eins og hetta gjørdist dýrari at framleiða, eisini grundað á vantandi tekningstilfar frá ráðgevandi arkitekti.
  • - Longda byggitíðin hevur somuleiðis havt eyka útreiðslur við sær í sambandi við ráðgeving/verkætlanarleiðslu.

 

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir samlaða meirkostnaðin og endauppgerð av verkætlanini:

 

##med2##

 

Endalig uppgerð er nú avgreidd við ymsu partarnar, og er arbeiðið við ánni so statt liðugt. Samlaða hallið á verkætlanini er áljóðandi kr. 945.812.

 

Løgtingið hevur goldið kr. 1.845.000, sum er teirra partur av verkætlanini.

 

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til:

 

- at loka verkætlanina L62045, Miðbýarætlan - Havnará

 

- at fíggja meirnýtsluna á kr. 945.812 av karminum LK62999, Fríðkan av býnum og - at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.

 

Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti á fudni 5. mai at taka undir við tilmælinum. Fíggjarnevndin hja býráðnum samtykti 14. mai at taka undir við tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini og beina málið í býráðið.

 

Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið einmælt at taka undir við hesum.

 

Upprunaligi vóru 12 milliónir játtaðar til verkætlanina, men hon kom upp á 14,1 millión krónur, áðrenn hon var liðug í juli í 2023.