Tað, sum ikki eydnaðist á Norðoyastevnu, gekk væl og virðiliga upp hjá Havnarbátinum á Sundalagsstevnu í Hósvík.
Havnarbáturin vann so rudduliga. Havnarbáturin var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ormin, tá ið hesir báðir bátarnir eftir 2000 metra teinin frá Eysturoyarlandinum og yvir á Hósvík fóru um málstrikuna.
Í endaspurtinum royndu teir á Orminum at gera ein vørr, og munurin minkaði eitt sindur, men tað munaði ikki so nógv, tí í miðróðrinum hevði Havnarbáturin vunnið seg næstan tvær bátslongdir framum kappingarneytan.
Tá ið teir á Havnarbátinum í vikuni eftirmettu róðurin á Norðoyastevnu, tá ið Ormurin á 1500 metra málinum var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin, komu teir til, at tað var neyðugt at skifta bátin út. Teir mettu hann at vera ov tungan. Tí leigaðu teir í Havnar Róðrarfelag Klaksvíking, sum annars ikki luttekur í kappróðrinum í ár, og í fyrstu royndini eydnaðist tað at vinna á Orminum.
Hóast tað bara eru tveir luttakarar í kappingini millum 10-mannafør, so er spenningurin so stórur, sum tað ber honum til at vera. Ormurin og Havnarbáturin hava 13 stig í part!
10 mannafør
1 Havnarbáturin 09:35.01
2 Ormurin 09:37.10
1 Havnarbáturin 13
2 Ormurin 13