Havnarbáturin sum í gomlum døgum

Í FM kappingini millum 10-mannaførini er einki at síggja til Havnarbátin. Manningin er farin av, men í nýggju master kappingini, sum teir rópa kappingina millum 10-mannafør við royndum rógvarum, var Havnarbáturin við, og old boys prógvaðu, at tað er einki í vegin við nýggja bátinum.

Beinanvegin legði hvíti báturin við drekastevninum seg á odda, og hann vann sera tryggan sigur. Tað var tættari millum hinar tríggjar, men tað var eingin ivi um, at Skálabáturin var næstfyrstur, at Ormurin Langi var nummar trý, og at Eysturoyingurin var aftastur.

 

10 mannafør Masters

1 Havnarbáturin 04:48.15

2 Skálabáturin 04:56.19

3 Ormurin Langi (RK) 04:59.20

4 Eysturoyingur 05:01.19