Tann 20. og 21. november fer Havnarkórið á pall í Norðurlandahúsinum við stórum verkið, Ein Deutsches Requiem eftir Johannes Brahms.
Møguliga verður eisini ein framførsla í Kirkjuni í Fuglafirði 19. november, men støða er enn ikki tikin til hetta.
Tað verður Villi Gohl, ið stjórnar kórinum til framførslurnar. Hann hevur mangan vitjað í Føroyum og hevur arbeitt við føroyskum sangarum á ferðum sínum her.
Ólavur Hátún tekur sær av at venja Havnarkórið og Jóhannes Andreasen er repitør.
Berghild Poulsen syngur sopran, Lars Thodberg Bertelsen syngur bariton og í kórinum eru limir í Havnarkórinum og aðrir sangarar. Við klaverið sita Jóhannes Andreasen og Helene Ringgenberg..
Tey, ið stuðla tiltakinum eru Norðurlandahúsið, Mentunargrunnur Føroya Løgtings, Tórshavnar Býráð, Føroya Lívstrygging, Føroya Sparikassi og Atlantic Airways.
Stutt um Brahms
Johannes Brahms var føddur í Hamburg tann 7. mai í 1833. Hann las tónleik hjá Otto Cossel og Edward Marxsen.
Sum vanligt var tá hjá tónleikarum, so hevði hann ymiskt størv, t.d. sum dirigentur.
Brahms var virkin og hann Requiem, 4 symfoniir, sangir og klaverstykkir og kamartónleik. Hann taldist millum fremstu tónleikaarar í 19.øld. Av stóru tónleikagreinunum, var tað bert opera, ið hann ikki fekst við. Brahms doyði í 1897.
Konsertirnar verða 20. og 21. november í Norðurlandahúsinum. Atgongumerkjasølan er byrjað og atgongumerkini fáast í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovuni í Havn.