Havnakvinnan Oda W. Andreasen hevur gjørt dreym til veruleika. Hon fór frá føstum starvi, til at reka ferðavinnuvirksemi í Mykinesi.
Hetta hevur við sær, at Oda ikki heldur ólavsøku í Havn. Hinvegin verður ólavsøkan hildin í Mykinesi, men hetta leggur Oda onki í.
- Eg tók føroysku klæðini við mær til Mykinesar, nú eg fór út, eftir ein túr inni á fastlandinum. Eg gleði meg at vita, hvussu ólavsøkan verður hildin í Mykinesi, og eg ætli mær í føroysku klæðini, sigur Oda W. Andreasen.
- Tá ein er í Mykinesi, so gongur ikki long tíð, so gloymir ein alt um klokkutíð, og brátt missir ein næstan dagaskil, sigur Oda W. Andreasen.
Havnarkvinnan í Mykinesi gleðir seg til eina øðrvísi ólavsøku, sum ikki verður hildin í Havn.
(Brot úr samrøðu)
Les samrøðu við Odu W. Andreasen í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum í dag er borið í hvørt hús í Føroyum.