Havnarmenn á odda

Liðkappingin er nú hálvrunnin, og bert eitt stig skilur fýra tey fremstu liðini. Vestmenningar hava tað hinvegin torført í botninum

Talv

Ógjørligt er at geva eitt beinrakið boð um nakran FM-favoritt. Teir úr Havnini hava sjálvsagt fyrimun framum hini liðini við eittstigar-leiðsluni, men heili trý lið liggja og lúra lið um lið upp til havnarmenn. Hesi eru liðini úr hvalvík, klaksvík og av toftum.
Í Havn vann heimaliðið í vikuskiftinum 3-1 á kollfirðingum. Fyrsta borðið hjá HT, Martin Poulsen, var burturstaddur, og tí røkti Olaf Berg fyrsta borð. Útisetin, Rógvi W. Rasmussen, sum er heima í hesum døgum, mannaði annað borð hjá havnarmonnum.
Olaf megnaði ikki uppgávuna móti Hans Kristian Simonsen, men Rógvi vísti seg at vera góður fongur tá hann vann eitt drúgvt talv á Torbjørn Thomsen. Úrslitið 3-1 eiga havnarmenn at vera nøgdir við. Kollfirðingar eru nú dragnaðir eitt petti frá toppinum.
Klaksvíkingar komu sterkt aftur í oddastríðið eftir góðan 3-1 sigur á vestmenningum. Ólavur Simonsen gjørdi bart og vann á IM John Rødgaard. Ein góð uppreisn hjá Ólavi eftir keðiligu kappingini í Norra herfyri. Talvið er við í blaðnum í dag.
Rani Nolsøe leikti skeivt tíðliga í byrjanarspælinum og hetta gjørdi John Jacobsen sær dælt av og vann eitt stutt talv. Sigurin gav klaksvíkingum eitt deilt annað pláss. Nú má nærum eitt undur til, um vestmenningar skula klára at halda seg uppi í ovastu deildini.

Jens Kristian hansen - fimm av fimm
Uppgerðin millum hvalvíkingar og toftamenn endaði uttan nakran vinnara. Enn einaferð bleiv tað Jens Kristian Hansen sum varð álitið hjá toftamonnum. Hann vann sín fimta sigur á rað (!), hesaferð á Finnbjørn Zachariassen. Sámal Christiansen hevur eisini roynst væl í ár, og vann hann sunnudagin á Wenzil Højgaard.
2-2 munna bæði liðini vera hampiliga vælnøgd við.
Komandi umfar vera tveir toppdystir á skránni, nevnliga millum Havnamenn og hvalvíkingar, og toftamenn og klaksvíkingar.

2. deild ? tvey lið bróta frá
Kappingin um uppflyting stendur millum Runavíkingar og sandavágsmenn. Tað er greitt nú kappingin er hálvrunnin. Møguliga kunna klaksvíkingar hanga í, men tað er at kalla veruleikafjart. Runavíkingar eru hálvt stig fremstir, og tí verður tað ein sonn finala tá liðini hittast í seinnu helvt.