Havnin fær ikki fleiri barnaansingarpláss

? Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum, so er eingin møguleiki hjá Tórshavnar kommunu at útvega 127 nýggj barnaansingarpláss í komandi ári, sigur Kristian Magnussen, sum hevur sett Helenu Dam á Neystabø fyrispurning um

Eirikur Lindenskov


? Tórshavnar kommuna hevur ongan kjans at bjóða fram tey 127 nýggju ansingarplássini, sum ætlanir eru um at hava klár komandi ár.

Hetta er greiða niðurstøðan hjá Kristiani Magnussen, tingmanni, sum í løgtinginum hevur sett fram fyrispurning til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskonu í almannamálum.

? Landsstýrið hevur ikki sett av neyðugu pengarnar á fíggjarlógini, sum tað hevur bundið seg til, sigur hann, og setur tí fram fimm fyrispurningar:


? Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, nú tað vísir seg, at tann játtan, ið landsstýrið ætlar at seta av tilbarnaansing á komandi fíggjarlóg ikki er nóg stór til, at tær umsóknir, ið landsstýrið hevur liggjandi um nýggj ansingartilboð, kunnu játtast?

Kristian Magnussen vil eisini hava hana at greiða tinginum frá, hvussu nógvar umsóknir um góðkenning og fíggjarligan stuðul til nýggj ansingarpláss landsstýrið hevur liggjandi, og hvussu nógvar av hesum landsstýrið kann játta við tí upphædd, ið landsstýrið skjýtur upp at seta av á fíggjarlógini komandi ár?

Kristian magnussen spyr eisini, um landsstýrið ikki metir seg at hava skyldu at nøkta verandi tørv á ansingartilboðum, sum fylgja av, at útreiðslubýtið millum land og kommunur varð broytt fyri 1998 og 1999 fyri at nøkta tørvin.

Eisini vil hann hava Helenu Dam á Neystabø at siga, hvørjar tankar landsstýrið hevur um, at foreldur ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, samstundis sum at landsstýrið tosar um at økja um inntøkurnar í samfelagnum.

At enda vil løgtingsmaðurin hava landsstýriskonuna at siga, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um framyvir at tryggja teimum børnum, ið hava tørv á ansing ansingartilboð, og um so er, hvørjar hesar ætlanir eru.


Kommunurnar

skulu gjalda meira

Kristian Magnussen sigur, at seinastu mongu árini hevur verið trupult og eisini ógjørligt hjá nógvum foreldrum at fáa nøktandi barnaansingartilboð, og hóast fleiri kommunur seinastu árini hava sett meiri penging av til barnaansing, hevur ta verið trupult at fáa landsstýrið at játta sín part av rakstrinum.

? Tá tað ikki var møguligt at fáa neyðugu játtanina setta á fíggjarlógina fyri 1998, soleiðis at landsstýrið kundi játta tær umsóknir, ið tað hevði liggjandi, skjeyt eg upp at broyta útreiðslubýtið millum land og kommunur soleiðis, at kommunuparturin av rakstrarútreiðslunum vaks úr 30% upp í 35%, og at landskassans partur minkaði samsvarandi, sigur Kristian Magnussen, sum tá var landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum.

Hann sigur, at hetta fór at gera landskassans part av útreiðslunum góðar 5 mió krónur bíligari og kommununnar part samsvarandi dýrari.


Bert galda í 98 og 99

? Endamálið var fyrst og fremst at nýta henda pening til at játta tær umsóknir, ið landsstýrið hevði liggjandi. Við øðrum orðum komu kommunurnar sostatt sjálvar at fíggja øtku ansingartilboðini, sigur Kristian Magnussen.

Hóast kommunurnar mótmæltu hesi ætlan, ið kom at áleggja teimum størri fíggjarligar byrðar, so varð uppskotið samtykt í løgtinginum, tó við tí avmarking, at broytt útreiðslubýti bert var galdandi fyri 1998 og 1999.

? Henda avmarking varð gjørd eftir ynski kommununnar, ið førdu fram, at álitið um framtíðar kommunubygnaðin tá var liðugt, og at fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur tá skuldu takast til viðgerðar.


Endamálið var at nøkta tørvin á ansing

Undir viðgerðini av uppskotinum varð ført fram, bæði munnliga og í viðmerkingum til lógaruppskotið, at endamálið við uppskotinum var at nýta part av tí sparing, ið landskassin fekk, til at nøkta tørvin á barnaansing.

? Fleiri løgtingslimið, bæði í samgongu og í andstøðu, vóru sera ivasamir, um teir fór at atkvøða fyri uppskotinum, tí uppskotið álegði kommununum fleiri útreiðslur, sigur Kristian Magnussen.

? Høvuðsorsøkin til at málið varð samtykt í løgtinginum var, at peningurin skuldi nýtast til at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, sigur hann.


Landsstýrið hevur gloymt lyftið

Síðani hendi tað, at kommunurnar, ið høvdu umsóknir um fleiri ansingartilboð, fingu hesi játtað av landsstýrinum.

? Nú sær út til, at landsstýrið longu hevur gloymt tað lyfti, ið varð givið kommunum, tí peningurin, ið er settur av til landskassans part av barnaansingarútreiðslunum komandi ár, ikki røkkur til tær umsóknir, ið landsstýrið hevur liggjandi, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin á økinum, Kristian Magnussen.

Hann vísir á, at eitt nú Tórshavnar kommuna hevur søkt um góðkenning og rakstrarjáttan av landskassans parti til 127 nýggj stovnspláss.

? Sum landsstýrisins støða er nú, verður neyvan møguligt hjá Tórshavnar kommunu at fara undir ætlaðu barnaansingina í nýggja býlingshúsinum Inni á Gøtu, í Sjónleikarhúsinum og í útbygdu býlingshúsunum. Harafturat sigur landsstýrið seg í fíggjarlógaruppskotinum hava umsóknir liggjandi frá 11 øðrum kommunum.


Kommunurnar kunnu ikki líta á landsstýrið

Kristian Magnussen sigur, at tað fer neyvan at økja um áhugan hjá kommunum at gera avtalur við landsstýrið, tá tær ikki kunnu rokna við tí, ið landsstýrið sigur seg ætla. Eisini kann tað fáa fíggjarligar fylgjur fyri kommunur, ið gera íløgur í nýggj stovnspláss, um landsstýrð ikki viðurkennir sín part av ábyrgdini fyri at fáa hesar stovnar latnar upp.

? Somuleiðis má tað kennast hugstoytt hjá teimum foreldrum, ið ynskja at vera á arbeiðsmarknaðinum, at landsstýrið við vantandi raðfesting og vilja ikki tryggjar teimum hendan møguleika. Tað er somuleiðis undrunarvert, at landsstýrið, ið sigur seg arbeiða fyri at avloysa blokkstuðulin við øðrum inntøkum, beinleiðis er ein forðan fyri, at foreldur kunnu fara til arbeiðs, heldur Kristian Magnussen.

Hann heldur eisini støðu landsstýrisins vera margháttliga, tá hugsað verður um, at rakstrarútreiðslan á løgtingsfíggjarlógini til barnaansing er útreiðsluneutral fyri landskassan.

? Sum er rinda foreldrini 30% og landskassin og kommunurnar 35 % hvør av rakstrinum. Uml. 90% av samlaðu rakstrarútreiðslunum fer til at løna starvsfólki. Hesi rinda skatt av lønini, umframt at tann peningur, ið tey hava eftir, fer í umfar í samfelagnum og tískil økir um skatta- og avgjaldsinntøkur landskassans, sigur Kristian Magnussen.

Hann leggur afturat, at afturat hesum koma fleiri fólk í vinnu, sum í dag møguliga ferða forsyrgd av tí almenna, tí tey eru arbeiðsleys.

Tingið samtykti fríggjadagin, at landsstýriskonan skal svara fyrispurninginum.