Bent J. Hansen
Valevni á lista B
Undirritaði, ið er valevni á lista B fer í nøkrum komandi greinum at lýsa nøkur mál, ið ikki eru valagn men trupulleikar, ið mugu loysast í komandi býráðssetu og sum undirritaði metir kunnu loysast uttan at íløgujáttan kommununar verður tyngd.
Útstykkingaríbúðir
Útstykkingar skulu gerast í total-enterprisu t.v.s. at entreprenørur/byggisamtak keypir jørðina frá kommununi og í samstarvi við teknisku deild býráðsins, ger planlegging fyri økið, og ger tað byggibúgvið.
Entreprenørurin/byggisamtakið ger síðan lyklaklár hús í avtalaðum sniði á hetta økið, ið eru klár til brúkaran at keypa, hervið skal kommunan ikki í lumman eftir teim fáu íløgukrónunum, og økt ferð kann koma á íbúðarbyggingina í kommununi. Hetta vil geva kommununi størri frælsi til íløgur á skúlaøkinum, eldraøkinum og á barnaansingarøkinum, hetta vil undirritaði koma inn á í seinri grein.
Barnaansingin
Nevndi í fyrstu grein míni møguleikan fyri at umganga íløgukarm landsstýrisins, fyri at røkka longri á íbúðarøkinum.
Hesin háttur kann eisini nýtast tá talan er um bygging av barnagørðum. Nú býráðið hevur tikið avgerð um at eingin nýggjur býlingur verður bygdur uttan barnagarð, skuldi verið lagamanni at latið byggiharran/samtakið, ið ger útstykkingina, eisini bygt barnagarðin og yvirtikið hann sum leigumál í X antal ár, ið inngongur sum keypspeningur, soleiðis kunnu vit fáa frístillað kapital til útbygging av barnarøktini í øðrum pørtum av býnum, og harvið fingið størri ferð á útbyggingina av barnaansingini.