Genturnar á Ørnini og dreingirnir á Títlingi vunnu barnaróðrarnar á Sundalagsstevnu á Kollafirði Enn verður bíðað eftir fyrsta startskotinum í FM kappróðrinum á Sundalagsstevnu, sum í dag er í Kollafirði.
Barnaróðrarnir eru avgreiddir. Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag vann kappingina millum dreingjamanningar, og Ørnin úr Sandavági vann kappingina millum gentumanningar.
Úrslitini
Barnaróður dreingir
1 Títlingur 02:38.09
2 Jallurin 02:39.11
3 Junkarin 02:43.07
4 Drekin 02:43.24
5 Teistin 02:44.14
6 Svanur 02:44.22
7 Frúgvin 02:48.06
8 Kollur 02:49.10
9 Havfrúgvin 02:53.00
10 Tambar 02:54.02
11 Bylgjan 03:01.11
12 Fípan Fagra 03:09.20
Barnaróður gentur
1 Ørnin 02:48.20
2 Drekin 02:49.04
3 Teistin 02:51.01
4 Royndin Fríða 02:53.18
5 Kollur 02:56.18
6 Blikur 03:02.21
7 Frúgvin 03:03.15
8 Spógvin 03:07.08
9 Svanur 03:07.19
10 Jallurin 03:08.06