Ungdómshús, lestraríbúðir og betri matur í skúlanum!
Tað eru bara trý uppskot frá valevnunum til fyrsta ungdómsráðið í Havnini um, hvussu tað kann verða liviligari í Havn.
Í gjárkvøldið varð pallborðsfundur í Margarinfabrikkini, har teir ungu veljararnir í Havnini fingu høvi at hitta tey 15 valevnini til ungdómsráðið og at hoyra, hvat tey hava upp á hjartað.
Og tey hava rættiliga nógv upp á hjartað, og endamálið við øllum uppskotunum, kunnu samanskrivast við niðurstøðuni hjá tí eina valevninum, sum stutt og greitt kunngjørdi, at "Havnin skal verða feitari".
Les eisini: Reka ungdómin í Havna á val
Gjøgnumgangandi sakna tey ungu betri ungdómshús til og yvirhøvur betri umstøður til ung, sum ikki íðka ítrótt. Her varð hugsað um musikkskúla, umstøður til list og sjónleik og annað. Í hesum kendi eitt av valevninum eina, sum varð skrivað upp til musikkundirvísing, beint, sum hon varð fødd, men tað tók henni 15 ár at sleppa inn. Og sjálvt hevði mátti valevni bíða í fýra ár eftir at fáa musikkundirvísing – og tá var tað enntá upp á tað ljóðførið, sum stytst bíðitíð var til.
Tey halda eisini, at tað eigur at verða fleiri tilboð til ung, sum eru undir 18 ár og sum tískil ikki sleppa inn í skeinkistøðini.
Men tað vóru eisini onkur, sum helt, at tað var ikki meiri enn rímiligt, at tey ungu fáa lim í fyrireikandi nevndir, tá ið skúlar og annað, til børn og ung, skal byggjast. - Tey ungu vita, hvussu tað skal síggja út, fyri at tey skulu trívast har, varð sagt. Her varð serliga hugsað um ætlanina at byggja nýggjan Vesturskúla.
Fleiri nevndi eisini tørvin á eini lektiukafé og internatcafé og fyri at fáa meiri lív í miðbýin, skylu handlar og skrivstovur bara vera í veghædd í bygningum í miðbýnum, allar hinar hæddirnar skulu gerast til íbúðir.
Onkur saknar eisini ein rættan upplivingardepil til ung, har tey fáa høvi til at royna við kappkoyring og øðrum og onkur helt, at maturin, sum er at fáa til keyps í skúlum, er alt ov vánaligur og alt ov ósunnur, so har var avgjørt tørvur á eini bøtandi hond.
Og ímeðan tosað varð um skúlar, vildi eitt valevni hava alla framhaldsdeildina í Havn miðsavnaða á ein skúla fyri at bøta um útboðið av vallærugreinum, akkurát sum 10. flokkarnir longu eru miðsavnaðir í Nám X.
|