Fótbóltsval
Fleiri av teimum, sum vanliga fylgja væl við, hvat fyriferst innan karmarnar hjá Fótbóltssambandi Føroya, mundu vakna við kaldan dreym fríggjadagin. Uttan at nakar veruliga hevði varnast tað, høvdu gøtumenn sett fram Niklas á Líðarenda sum mótkandidat til Børge B. Hansen sum varaformann í FSF. Eitt var, at Børge, sum hevur verið fastur fúsur í nevndini í fjórðings øld ikki longur kundi kenna seg heilt vísan í at verða afturvaldur. Annað er, at mótkandidaturin kom somikið óvæntað, sum hann gjørdi hesaferð.
Aloftast hevur tað nevnliga verið so, at hóast seinasta freistin at stilla valevni upp, hevur verið 10 dagar undan fundinum, so hevur tað verið ógvuliga opið millum feløgini, hvørji evnini hava verið. Ikki minst soleiðis at stundir hava verið til at finna mótvalevni og ella til at justera landafrøðiliga býtið á nevndini.
Og tað er ikki minst hetta seinasta - tað landafrøðiliga býtið ? sum ruðuleiki nú tykist vera komið í. Verður tað so, at Niklas á Líðarenda kemur í nevndini, og tað er tað mangt, sum bendir á, so er samstundis líkt til, at høvuðsstaðarøkið fyri fyrstu ferð er uttan umboðan í nevndini. Av vanligu nevndarlimunum stendur valið millum teir tríggjar, Jens Erik Magnussen, Óla Holm og Sveinbjørn Danielsen, harav Óli og Sveinbjørn helst dystast um sessin fyri Suðuroynna, meðan Jens er trygt umboð fyri Vágoynna. Hinir nevndarlimirnir eru Dánjal Andreasen, formaður, Rúni Heinesen, Karl Vidtfeldt og Christian Andreasen. Hesin seinast nevndi verður tó av fleiri mettur sum umboð fyri miðstaðarøkið, tó at hann hevur røtur í Eysturoynni.
Nú er at reka
Nú freistin at seta nýggj valevni fram er runnin, er tí lítið at ivast í, tað frá fleiri síðum fer at verða arbeitt við at tryggja Børge nevndarsessin í eitt skeið afturat. Tað verður ikki sagt hart nakra staðni, men tað er lítið at ivast í, at telefonirnar hjá ymsu feløgunum hava kimað dúgliga síðani fríggjadagin, eins og tær gjørdu fyri fýra árum síðani. Tá stóð valið millum Mortan Poulsen og Børge B. Hansen, og tá gjørdist talan um eitt ógvuliga spennandi val. Eitt val, sum Børge at enda vann við einari einsamallir atkvøðu.
Hinvegin er spurningurin, um gott fótarbeiði hjá stuðlunum er nóg mikið hesaferð. Í øllum førum er lítið at ivast í, at mest sum loyniliga uppstillingin av Niklas á Líðarenda er væl fyrireikað. Heldur ikki er nógv at ivast í, at Niklas stendur sterkur millum eysuroyarfeløgini, har stívur triðingur av atkvøðunum hjá aðalfundinum eru at finna. Akkurát hvussu støðan er aðra staðni í landinum er kanska eitt sindur torført at siga, og enn kann nógv eisini broytast. Fýra dagar eru enn eftir til valið, og so er spurningurin, hvør rakstur hevur hilnast betri.