Havrannsóknarskipið strandað í nevnd

- Lógaruppskotið um havrannsóknarskipið er ov illa frágingið, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, sum ivast í um málið kemur aftur í løgtingið

- Lógaruppskotið um havrannsóknarskipið er ov illa frágingið, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, sum ivast í um málið kemur aftur í løgtingið.

 

Tveir, grundleggjandi spurningar eru framvegis ósvaraðir, nú Vinnunevndin hjá løgtinginum enn einaferð hevur viðgjørt lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip.

 

Tað er spurningurin, hvørt talan er um langtíðarleigu ella fíggjarliga leasing. Og tað er spurningurin um upphavsrætt til liðugt projekteraða skipið, ið Havstovan lat Fiskimálaráðnum fyri góðum tveimum árum síðani.

 

Til at lýsa fyrra spurningin innkallaði Vinnunevndin bæði landsstýrismannin í fíggjarmálum og Landsgrannskoðaran. Niðurstøðurnar hjá Jørgeni Niclasen og Beintu Dam vóru, sum skilst á Alfredi Olsen, ymiskar.

 

- Eg vil siga, at vit fingu upplýsingar, ið tala fyri og ímóti báðum leistum, ljóðar diplomatiskar svarið hjá Alfredi Olsen.

 

Spurningurin um upphavsrætt stendur framvegis ósvaraður.

 

- Tí hvussu nógv kann eitt nýteknað havrannsóknarskip líkjast upprunaligu tekningunum, áðrenn man ger seg inn á upphavsrættin, spyr Alfred Olsen, ið óttast at eitt møguligt rættarmál um upphavsrættin kann seinka verkætlanini rættuliga nógv.

 

Samanumtikið heldur Alfred Olsen lítið um lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um Havrannsóknarskip, eisini eftir tey broytingaruppskot, ið eru gjørd á vegnum.

 

- Málið um havrannsóknarskipið liggur ov illa í løtuni. Tað er snøgt sagt ov illa frágingið, sigur Alfred Olsen.

 

Vinnunevndin hevur fund aftur í morgin, og tá fer nevndin at umrøða, hvat nú skal henda. Alfred Olsen sigur seg ivast í, um nevndin yvirhøvur klárar at avgreiða hetta málið. Verður tað ikki avgreitt og lagt fyri aftur løgtingið, so fellur tað burtur.