Í hesum døgum fyllir Havsbrún í Fuglafirði 40 ár. Fremmand í Fuglafirði undrast ofta á løgna luktin, sum liggur um bygdina, men til tað eru fuglfirðingar altíð skjótir at svara, at tað luktar av pengum.
Á Havsbrún framleiða tey fiskamjøl og fóður. Tað var í 1966, at Havsbrún fór undir at framleiða fiskamjøl og lýsi. Framleiðslutólini kláraðu tá at arbeiða umleið 400-500 tons av fiski um samdøgrið. Nógvar íløgur eru síðan gjørdar í fiskamjøls- og lýsiframleiðsluna, og er framleiðsluorkan í dag umleið 1300 tons av fiski um samdøgrið.
Í 1983 fóru tey so undir at royndarframleiða alifóður, og í 1988 varð eitt nýtt fóðurvirki tikið í nýstlu. Framleiðsluorkan var tá 60 tons um samdøgrið, men eftir støðuga útbyggjan og dagføringar, er framleiðsluorkan í dag 380 tons um samdøgrið.
Sera nógv fólk eru knýtt at Havsbrún, og telur arbeiðsorkan umleið 100 ársverk.
Skipini ferðast skjótt út og inn at fjørðinum, til og frá virkinum. Krúnborg og Norðborg hava júst verið í Fuglafirði, og í kvøld rokna tey við, at Sheanne og Fagraberg koma inn.