Móttøka
Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, vísti á, at innan øll yrkisøki – og eisini í okkara fiskivinnu – tosa vit um tíðarskeið, sum koma og fara.
- Hesi tíðarskeið vera til, tí okkurt sereyðkenni kann setast í samband við tey, eitt nú ein meining, ein rødd, eitt andlit ella ein mynd. Júst nú eru vit í tí støðu, at eitt tíðarskeið fer at vera runnið, og nýtt tekur við. Tann kenda meiningin og røddin, ið Hjalti í Jákupsstovu hevur umboðað seinastu mongu árini, verður helst framhaldandi at hoyra og síggja, men tað verður ikki longur sum stjóri umboðandi Havstovuna, eins og verið hevur seinastu 22 árini.
Landsstýrismaðurin segði, at arbeiðsuppgávan hjá Hjalta ikki einans hevur verið at umboða eina almenna rødd.
- Nei, ein stórur partur av arbeiðnum hevur eyðvitað verið at ment og bygt upp hetta arbeiðspláss, sum Havstovan er. Og júst hetta hevur Hjalti, saman við dugnaligum starvsfólkum, megnað framúr væl. Stovnurin kann í dag ikki sigast bara at vera ráðgevandi, men hann er munandi meira enn tað.
Jacob segði, at í fyrsta lagi skal Havstovan vera ein granskingarstovnur á hægsta vísindaliga støði.
- Hjalti, hesum máli hava tit rokkið, tí eingin ivi skal vera um, at Havstovan ber vørumerkið sum fremsti granskingarstovnur Føroya, ið virkar á hægsta vísindaliga støði.
Hann vísti á, at í almenna rúminum kann tað meiri enn so koma fyri, at tann yrkisbólkur, ið landsstýrismaðurin umboðar, ikki altíð er á einum máli við boðskapin, ið Havstovan kemur við.
- Tó skal eingin tykkara ivast í, at tit kortini liva upp til leiklutin, sum ein góður samstarvsfelagi, sum altíð er trúfastur mótvegis síni læru, og á tann hátt gevur okkum mótspæl, ið breiðkar um okkara vitanarstøði og harvið evnini til at taka røttu avgerðirnar. Um onnur eru samd við tykkum ella ikki broytir ongantíð tykkara kall, ið er at virka sum óheftur ráðgevi, ið talar við skilagóðari gagnnýtslu fyri eyga.
Vegna Fiskimálaráðið takkaði landsstýrismaðurin Hjalta í Jákupsstovu mangar ferðir fyri tíðina, hann hevur staðið á odda fyri Havstovuni.
- Ikki minst vilja vit takka tær fyri tað megnar arbeiði, tú hevur lagt í hendan stovn fyri at menna hann til tað, hann er í dag.
Landsstýrismaðurin vísti á, at fremstur í nýggja tíðarskeiðnum, sum liggur fyri framman, stendur nú Eilif Gaard, sum er settur nýggjur stjóri á Havstovuni.
- Við tínum kunnleika um læruna og innliti í stovnin, eri eg sannførdur um, at leiðsluábyrgdin av stovninum við tær liggur í góðum hondum. Sjálvt um tað, sum farið er, altíð hevur síni virði, so krevur framtíðin og tey rák sum koma, at vit megna at evna til nýggja vitan og nýggjar førleikar. Vit kenna okkum sannførd um, at nýggja leiðslan megnar at liva upp til hetta, eitt nú við at grundað verkið á alla vistfrøðina í havi okkara við skilagóðari gagnnýtslu sum endamáli, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá han takkaði Hjalta í Jákupsstovu fyri tíðina og ynskti Eilifi Gaard tillukku við stjórastarvinum.