1.deild menn
Við greiðari leikligari yvirvág allan dystin, vann HB heili 9-3 á TB sunnudagin, og er nú einsamalt í oddinum í føroysku 1. deild. Hóast HB skoraði 9 mál sunnudagin, so kundu teir skotið tað dupulta, um teir høvdu verið nærlagdari frammanfyri TB-málinum. Frá fyrsta bríksli skolaðu álopini oman ímóti TB-málinum, og tvøramenn skulu vera fegnir um, at tapið ikki gjørdist enn størri. TB vóru nógv skerdir undan dystinum, tí seks spælarar, ið spældu við seinasta vikuskiftið, vóru ikki síggja á vøllinum sunnudagin. Ein teirra var landsliðsleikarin Óli Johannesen, ið hevur skaða at dragast við.
Ikki var meir enn minutturin farin av dystinum, so lá bólturin í TB-málinum. Jón Rói Jacobsen kom eftir hornaspark at liggja væl fyri inni í TB-brotsteiginum, og kundi lættliga seta bóltin í netið til støðuna 1-0 til HB. Sjálvt um hálvleiksstøðan varð heili 5-1 til HB, so komu skuldi ganga góður hálvur tímið minuttir, áðrenn næsta málið kom. Tó so, møguleikar vóru til at økja um leiðsluna, men antin vóru HB-framherjarnir óneyvir frammanfyri málinum ella stóð TB-málverjin, Lars Muller, teimum í vegin.
5 mál seinasta korterið
Eftir 32 minuttir, eydnaðist tað HB aftur at fáa mál. Rangstøðufellan hjá TB miseyðnast, og Andrew av Fløtum strýkur avstað, rundar málverjan og ein verjuleikari, og leggur bóltin í tóma TB-málið. Seks minuttir seinni vóru HB´arnir aftur uppá spæl, Rúni Nolsøe og Hans á Lag kombinera væl, har bólturin verður lagdur útfrá aftur til Hans, sum langar bóltin upp í nettakið til 3-0. Eitt sera flott mál. Stutt fyri hálvleik fekk TB minka um munin, tá Kaj Roest, eftir fríspart úr vinstru, skallaði bóltin í netið. Ikki gekk rúm tíð til HB svaraði aftur, eftir ófantaligt verjuspæl, verða beinini tikin undan Andrew av Fløtum, og domarin peikar eirindaleyst á brotssparksplettin. Andrew tekur sjálvur, og setur bóltin trygt í netið. Beint fyri hálvleikssteðgin, var Jón Rói aftur upp á spæl. Hann fær ein langa sending, og lyftir bóltin uppum málverjan, og skallar síðan bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 5-1.
HB tók sær av løttum í seinna hálvleiki
Við hálvleiksstøðuni 5-1, var dysturin í royndu veru avgjørdur, og tað merktist eisini í seinna hálvleiki. HB spældi við lægri blussi allan seinna hálvleik, og hóast seks mál komu aftrat, so var ferðin á spælinum ikki serliga høg. HB valdi eisini at skifta málverja í hálvleikinum, har Pól Næss Joensen fekk møguleikan. Eisini fekk dreingjaliðsspælarin, Páll Mohr Joensen, sín fyrsta dyst á 1. liði hjá HB sunnudagin, tá hann varð innskiftur í 61 minutti.
Hóast havnamennirnir ikki løgdu líka nógv fyri í seinna hálvleiki, so vóru ikki meir enn 10 minuttir farnir til, at teir aftur fingu mál. Hans á Lag vildi ikki standa aftanfyri Jón Róa og Andrew, og við einum headara eftir fríspark, skoraði hann eisini sítt annað mál í dystinum. Løtu seinni var aftur mál, Jón Rói verður spældur ígjøgnum og skorar trygt til støðuna 7-1. Í teimum síðstu 25. minuttunum fullu fýra mál aftrat, tvey í part. Fyrst minkaði Magni Petersen um munin við brotsparki, og síðani gjørdi Andrew av Fløtum tað honum eftir, tá hann í 76. minutti skeyt sítt næsta brotsspark og triða mál í dystinum. Í yvirtíðini komu tvey mál aftrat, Pætur Dahl streyk ígjøgnum og legði HB á odda 9-2, meðan Allan Michelsen stutt fyri leiklok fekk seinasta fót á eftir ein fríspæling.
Um dystin er at siga, at stóri málmunurin sigur okkum, at her varð talan um dyst millum topp og botn, har oddaliðið úr Havn við sigrinum hevur lagt seg einsamalt á odda í føroysku landskappingini. Hjá tvøroyamonnum var hetta ein dystur, ið skjótt skal gloymast. Næsta vikuskiftið skulu teir vitja EB/Streym, har úrtøkan vónandi gert betri enn í Gundadali sunnudagin.
Dysturin í tølum:
HB-TB 9-3 (5-1)
1-0 Jón Rói Jacobsen
2-0 Andrew av Fløtum
3-0 Hans á Lag
3-1 Kaj Roest
4-1 Andrew av Fløtum (br)
5-1 Jón Rói Jacobsen
6-1 Hans á Lag
7-1 Jón Rói Jacobsen
7-2 Magni Petersen (br)
8-2 Andrew av Fløtum (br)
9-2 Pætur Dahl
9-3 Allan Michelsen
Dómari: Ejler Rasmussen gjørdi ikki uppgávuna torførari enn hon var.
HB: Bárður Johannesen-Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Jan C.Dam, Janus Joensen-Tór-Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru, Pætur Dahl-Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
TB: Lars Muller-Magni Petersen, Teitur Rasmussen, Jón Tórur Holm-Olivur Abrahamsen, Einar Petersen, Dan Mortensen, Jón Johannesen, Bárður Dimon-Kaj Roest, Allan Michelsen