HB er á veg upp á turt

1. DEILD: Við sigri undir Mýruhjalla á Skála tók HB í kvøld seg fram á sætta plássið

Áki D. Samuelsen skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál, tá ið HB við 4-3 sigri á Skála styrkti um sína støðu í kappingini um at sleppa undan at flyta niður

Tað var fínt undirhald, og síðstu løtuna varð tað heilt spennandi, tá ið toppliðið á Skála í kvøld hevði vitjan av HB.

 

Stóran part av kappingini hevur næstbesta liðið hjá HB verið undir ella dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Undan vitjanini á Skála í kvøld hevði HB vunnið úrtøku í fýra dystum á rað – tveir sigrar og tveir javnleikir – og aftur í kvøld skarst tað væl. Undir Mýruhjalla rigga havnarmenn til at fara stutta teinin suður aftur í høvuðsstaðin við 4-3 sigri. Hálvleiksstøðan var 3-0 til HB.

 

Sigurin ber við sær, at HB hevur 29 stig og er fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Hóast tapið er Skála framvegis topplið við 46 stigum.

 

Síðstu vikurnar hevur HB liðið verið væl mannað, og soleiðis var tað eisini í kvøld. Jógvan Rói Davidsen, Ási Dam og Áki D. Samuelsen vóru millum teir fyrstu ellivu, og har var Lukas G. Giessing eisini. Hann hevur verið skaddur stóran part av kappingarárinum.

 

Eftir fyrra hálvleik bendi einki á, at tað síðstu løtuna fór at verða spennandi. HB var frammanfyri 3-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Gilli Róason hol á, og seks minuttir undan steðginum økti Áki D. Samuelsen um munin til 2-0. So gekk tað skjótt, tí ein minutt undan steðginum var Áki D. Samuelsen aftur upp á spæl, tá ið hann legði upp til 3-0 málið, sum Lukas G. Giessing skoraði.

 

Sjey minuttir eftir steðgin minkaði Dávid Johansen um munin til 3-1, eftir at Andreas Egeberg Jacobsen við horna hevði lagt innfyri. Skála spenti álopsbogan og vann nógv hornaspørk, men 18 minuttir undan leikloki sá alt út til at vera avgjørt, tá ið innskifti Jákup L. Thomsen økti um munin til 4-1.

 

Skálamenn løgdu tó ikki kongin. Teir vístu góðan hugburð, og ellivu minuttir undan leikloki minkaði Teitur R. Joensen eftir hornaspark um munin til 4-2. Og fýra minuttir undan leikloki varð tað heilt spennandi, tá ið innskifti Pædur Dam Jacobsen skoraði, og so var 4-3. Andreas Egeberg Jacobsen átti uppleggið.

 

Skála pressaði fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, men tað var tætt við. Jan Ingason Hansen hevur verið nógv skaddur í ár. Hann var millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var um reppið, at hann skoraði, men bólturin fór við síðuna av HB málinum.

 

Annan leygardag fer HB at spæla á heimavølli ímóti NSÍ, og Skála fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

 

Skála231517532746
AB221156433138
Víkingur221048543834
NSÍ221048484634
B71211038453833
HB239212365029
228410354128
B36227411354925
EB/Streymur227312375224
FC Suðuroy215610334721

 

Leygardagin 18. september

 

KÍ - FC Suðuroy: kl. 13.15

 

Víkingur - B71: kl. 15.00

 

AB - NSÍ: kl. 14.00

 

25. september

 

Víkingur - Skála

 

EB/Streymur - AB

 

HB - NSÍ

 

B71 - KÍ

 

FC Suðuroy - B36

 

28. september

 

B36 - EB/Streymur

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Áki D. Samuelsen skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál, tá ið HB við 4-3 sigri á Skála styrkti um sína støðu í kappingini um at sleppa undan at flyta niður