Í morgin, 2. hvítusunnudag klokkan 17 byrjar grannauppgerðin í Betrideildini millum HB og B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn.
HB er næstfremst í deildini við 24 stigum, meðan B36 er nummar fimm við 14 stigum.
B36 hevur ikki vunnið á HB síðani 7. apríl í 2019, og er HB eisini favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna enn ein sigur á B36.
Miðaloddsini upp á ein heimasigur til HB eru 1,80.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,60.
Miðaloddsini upp á ein útisigur til B36 eru 3,81.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##